2. jóladagur – sankta Stefans dagur
”Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: »Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!« Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur. – ”
Áps. 7,60
Dagurin, eisini nevndur 2. jóladagur, 26. desember, skal minna okkum um tann fyrsta mannin, ið varð tikin av døgum vegna sína kristnu trúgv. Tað skal minna okkum um, at lívið ikki bert eru veitslulag og høgtíðir, og at tað eigur og kann fáa fylgjur, at ein trýr, eitt nú, tá vit luta trúgv okkara til onnur, at vit royna at vera til gagns og stuðul fyri medmenniskju okkara og at vit eru greið um, at tað kostar nakað, vit kunnu koma í trupulleikar vegna kristnu trúgv og sannføring okkara.
Hvat kann tað kosta at vera trúgvur? Tað kostaði Ábrahami, at kravt varð av honum, at hann skuldi ofra einasta son sín. Tað kostaði Ester at seta lív sítt í váða. Tað kostaði Dánjali at verða kastaður í leyvubølið. Tað kostaði Sjadraki, Mesjaki og Abed-Nego at verða kastaðir í hin gløðandi ovnin. Tað kostaði Stefani at verða steinaður til deyðis. Tað kostaði Pæturi at doyggja sum pínslarváttur. Tað kostaði Jesusi at doyggja á krossinum. Hvat kostar tað tær og mær? Kostar tað okkum nakað?
Effie Campbell umsetti.