2.páskadagur 21.apríl 2025

Jesus livir

 

”Men hann hevur prestadømi, har sum ikki verður skifti á, av tí at hann verður verandi allar ævir. Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum. ”
Hebr.7,24-25

 

Páskatíðin er ein rík og vøkur tíð, sum boðar um lív; tað byrjar at spretta og grógva har úti í náttúruni. Tað er vár!

 

Hetta minnir eisini um tað æviga lívið. Tað sigur til ein, at tann Gud, sum hevur varðveitt lívsins frækorn í jørðini tær køldu vetrarnætur og letur tað aftur koma til sjóndar, er eisini mentur at vekja tað deyða menniskja á ævinleikans degi til eitt nýtt lív. Hetta sýndi Gud, tá ið hann páskamorgun læt Jesus rísa upp frá deyðum.

 

At byrja við var hetta ikki lætt at skilja fyri Jesu vinir. Men tá ið teir upplivdu ta opnu grøvina, og tá ið Jesus síðan opinberaði seg fyri teimum, og seinni tá ið Heilagi Andin kom og kastaði ljós yvir krossin og grøvina, tá fingu teir kraft og mátt at fara út og boða, at ”Jesus livir.” Hetta er eisini tað berandi fyri tann kristna, og tí skilja vit væl tey gomlu, tá ið tey páskamorgun heilsaðu hvørjum øðrum við hesum orðum: ”Kristus er risin upp, ja, sanniliga hann er risin upp.”

 

Tann størsti vitnisburður um, at Jesus Kristus livir og er virksamur okkara millum, er Guds livandi meinigheit á jørð. Eisini sigur páskaboðskapurin okkum, at Jesus ikki bert er deyður einaferð á Golgata fyri syndir okkara, men at hann nú livir har heima í himlinum og ger prestatænastu fyri okkum. ”Men hann hevur prestadømi, har sum ikki verður skifti á, av tí at hann verður verandi allar ævir. Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum. ” Hebr.7,24-25

Tú, sum enn ikki torir trúgva syndanna fyrigeving, men gongur við ævigum longsli í sál tíni eftir at fáa frið, hvíld og vón um ævigt lív, til tín skal hesin boðskapur ljóða: Jesus gongur í forbøn í himlinum í dag eisini fyri tær. Tín synd er stór, men ikki skalt tú falla í fátt, tí tú hevur ein frelsara við sármerktum hondum, ið stígur fram fyri Gud og minnir um, at títt skuldabræv bleiv neglt millum hesar hendur og á krossins plankar. Hesar sármerktu hendur hava makt at taka ímóti tær, reinsa teg og varðveita teg, um tú bert vilt lata hann fáa loyvi til tess.

 

Tað verður sagt um ein biskup, sum livdi í fornkirkjutíðini, at tá hann lá á sóttarsong og bíðaði eftir deyðanum, stóðu hansara nærmastu prestavinir við song hansara og hugdu alspentir eftir, hvussu hann bar seg í hesi hansara seinastu stund. Einaferð suffaði hann djúpt. Tá siga teir hvør við annan: ”Nú doyr hann!” Men biskupurin samlaði tá sína seinastu megi, læt eyguni upp einaferð enn og segði hart og týðuliga: ”Nei, vinur, nú byrji eg fyrst at liva”.
Tað vóru hansara seinastu orð hesumegin ævinleikans gátt.

 

Soleiðis kann tann liva og doyggja, sum trýr á Jesus. Hann veit og trýr, at Jesus doyði á Golgata sum loysigjald fyri syndina, og at hann reis upp av grøvini páskamorgun og nú er við Guds høgru hond, sum forbønarmaður okkara. Jesus livir!
C.Eliasen