Elskið óvinir tykkara

 

”Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, ”
Matt.5,44

 

Undir tí amerikanska frælsisbardaganum búði ein leikprædikantur í Pensylvania, at navni Peter Miller. Hann hevði ein ógudiligan granna, ið hataði bæði hann og viðhaldsfólk hansara og gjørdi teimum ónáðir, so ofta sum løgir vóru. Maðurin varð klagaður sum njósnari og dømdur til deyða. Tá ið Peter Miller frætti, at hann var dømdur, fór hann til gongu til Washington, general, til tess at søkja um grið fyri mannin. Men Washington, generalur, segði við hann, aftaná at hava kannað sakina: ”Eg kann ikki uppfylla bøn tygara fyri vini tygara.” ”Vini mínum! Hann er sanniliga ikki vinur mín,” svaraði Peter Miller, ”Hann er mín allarringasti óvinir.” ”Hvat siga tygum,” segði Washington, ”Tygum hava gingið 15 mílir fyri at bjarga lívinum á óvini tygara? Tað setir eftir mínari hugsan sakina í eitt heilt annað ljós. Eg gevi honum grið.” Bræv upp á grið varð greitt úr hondum, og Miller fór – aftur til gongu – tær 4 mílirnar til tað staðið, har sum avrættanin skuldi fara fram. Hann kom líka í somu stund, sum maðurin skuldi á skafottið.

Tá ið hin deyðadømdi bar eyga við Miller, skar hann í róp: ”Sanniliga er Peter Miller gamli har; hann er komin henda langa vegin fyri at njóta ta hevnd at fáa at síggja meg verða hongdan.” Meðan hann enn hevði hetta á málið, steig Miller fram við griðarbrævi Washingtons, og lívið á óvini hans varð bjargað.
Kristus doyði fyri ógudiligar.