Hvítusunna
”Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum. ”
Jóhs. 14,26 Lesið Joh.14,23-31
Hvítusunna er hin stóra hátíðin til minnis um, at Heilagi Andin kom higar til jarðar, sendur av faðirinum í himli í Jesu navni.
Jesus hevði, áðrenn hann skildist frá lærusveinum sínum, talað nógv til teirra um Andan og gerning hansara: hann skuldi vera talsmaður teirra, skuldi vegleiða teir til allan sannleikan, læra teir alt, minna teir á alt, verða hjá teimum. Teir skuldu ikki vera eftir einsamallir og faðirleysir, men Jesus skuldi vera hjá teimum í Guds faðirs Heilaga Anda.
Hvítusunnudag kom Andin. Tá var hin kristna kirkjan grundað, sum Andin skal hava til amboð sítt og virkistað sín. Tá tekur hin kristna søgan við, sum síðan er hildin fram. Tá birtist í nýggjur felagsskapur og nýtt samlív millum Guds og manna, sum skal vara við líka til veraldar enda.
Hinar stóru hátíðirnar, jól og páskir, eru bert eina ferð. Hvítusunna er altíð, tí at Andin er her altíð, og virkan hansara varar við, so leingi sum lív er til.
Andans virkan er tvinnanda. Onnur er at bera Guds ríki út um allan mannaheimin, at fáa gleðiboðskapin um Jesus at ljóða fyri øllum fólkasløgum, at kristna allan heimin. Onnur er at leggja Guds ríki inn í hvørja einstaka mannasál, at kveikja, styrkja, fremja og halga gudslívið hjá hvørji einstakari menniskju, hvørjum okkara. Hesar báðar virkanir Andans kunna ikki vera hvør sær, men tær fylgjast at.
Tað kann vera væl hóskandi og gagnligt ein hvítusunnudag, føðingardag kirkjunnar, at steðga eitt sindur við hvønn henda partin av tí gerningi, sum Andin her ger, so at vit læra at vera meira glað og takksom fyri andans verk, og altíð biðja um og leingjast eftir sjálv at fáa meira av Andans kraft og signing.
J.Dahl. (Brot úr hvítusunnuprædiku)