Altargongd í Kina
”Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. ”
Jóh.6,54
Í Kina búgva meir enn 1,4 mia menniskju. Altso er umleið fjórðahvørt menniskjað á jørðini kinverji. Harrin má hava verið serliga góðir móti teimum, tí Hann hevur skapt so nógvar av teimum. Ongar kirkjur eru í Kina. Kortini vita vit, at har finnast kristin, men verða tey avdúkað, so verða tey týnd.
Ein kristin ferðaðist fyri mongum árum síðan til býin Shanghai, sum er ein av størstu býunum í Kina, ja, í grundini í heiminum. Har eydnaðist tað honum at koma í samband við undirgrundarkirkjuna. Soleiðis vórðu tey kristnu í Kina kallað, ið savnaðust í loyndum.
Presturin har var 103 ára gamal! Hann fór ikki frá fyri aldur, tá hann fylti 67 ella 70 ár. Har var eingin eftirløn ella pensón at fáa, og tá hann fylti 100 ár, so kundi hann eins væl halda fram sum prestur og hyrði fyri sína samkomu.
Í Kina eru ongar Bíbliur. Tá so ein Bíblia verður smuglað inn í landið, so verður hon skrædd sundur, so at ein limur fær Mattæus evangeliið, ein annar 2.Mósebók, ein triði Opinberingina osv. Hesin pesturin hevði fingið Ápostlasøguna, og hann helt ta eina prædikuna fyri og aðru eftir, ár eftir ár úr Ápostlasøguni.
Tá tey vóru til altargongd og skuldu savnast um heilagu kvøldmáltíðina, var einki breyð at bróta, tí einki breyð var at fáa í Kina. So nýtti prestur rís í staðin. Tað at prestur breyt tað og gav teimum tað, tað var eitt álvarsligt brot og ein vandamikil gerð, tí tey vistu, at vórðu tey avdúkað, hvat tey gjørdu, so høvdu likam teirra verið meiðsla og løsta. Vín høvdu tey heldur ikki, tí vín var ikki til at fáa hendur á nakrastaðni í tí reyða Kina, men so nýttu tey vatn í staðin.
Hesi fólk savnaðust um Harrans borð undir trongum og truplum umstøðum. Tey vágaðu lívið. Hvussu er tað vorðið við okkum? Fara vit fús og sjálvkravd til altars eftir boðum Harrans. Hann hevur sjálvur sagt:
”Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. ” Jóh.6,54