”Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum; ”
Mika 5,1
Hann varð umrøddur áðrenn, øldir áðrenn, hvat virki hans skuldi verða. Jesaja profetur sigur uml. 800 ár fyri Jesu føðing, at hann skuldi koma í heimin, at hann skuldi føðast av eini moyggj. Ótrúligt! Hann er hin fyrsti og síðsti, ið er føddur av eini moyggj.
Mika boðar okkum frá, at hann skal føðast í Betlehem. Tað segði hann øldir áðrenn hann veruliga kom í heimin. Dánjal segði okkum 480 ár undan kongaføðingina, nær hann skuldi síggja dagsins ljós og hvussu hann fór at verða tikin av lívi.
Túsund ár fyri komu hans segði Dávid, at hesin kongur fór at verða hongdur upp á ein kross og hann fór at verða gjøgnumstungin gjøgnum hendur og føtur. Sakarias segði eisini øldir áðrenn komu Kongsins, at hann fór at verða svikin fyri 30 silvurpengar. Jesajas segði frá, hvussu hann fór at verða lagdur í grøvina hjá einum ríkum manni, og at hann seinni fór at reisa upp. Dávid segði, at hann skuldi fara til himmals og sita við høgru honds Guds. E.Campbell