Kongur ið kemur (19:19)

”Eftir ta tíð tók Jesus at prædika og siga: »Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!« ”
Matt.4,17

 

 

”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,6

 

Men kongurin kemur skjótt aftur. Øll tekin, bæði moralsk, vísindalig, geografisk og politisk peika sama veg. Hann kemur skjótt aftur fyri at døma livandi og deyð og at stjórna úr Jerúsalem.

 

Tað er kongur, ið kemur. Men hesaferð kemur hann ikki sum fyrstu ferð við náði og miskunnsemi til syndarar, men sum Dómari. Hann kemur fyri at heinta allar sínar landsmenn. Teir, ið hava trúð á hann og fylgt honum í einum óndum og vantrúgvandi heimi, ið hevur møtt honum við vanvirðing.

 

Hann kemur fyri at taka burtur øll tey ógudiligu úr ríki sínum og øll tey, ið sýttu fyri at viðurkenna hann sum kong í lívi teirra. Hann kemur sum tann kongur, ið var farin í útlegd, men sum vendir aftur fyri at halda roknskap við sínar borgarar.

 

Er Kristus vorðin Kongur í hjarta tínum? Hevur tú tikið móti honum sum tínum Frelsara og Kongur? Hann er einasta bjarging tín. Hann er einasta vónin í ævinleikanum. Neyðugt er at taka ímóti honum her í tíðini, meðan vit liva, so vil hann taka ímóti tær í Himmalinum. ”Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum. ” Matt.10,32-33

 

Hann er her. Lat hann gerast tín Frelsari og Kongur í dag. Amen!
Aril Edvardsen Effie Campbell umsetti