Hin breiði og hin smali vegurin

„tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. “
Matt.7,14

 

Kommunan setir upp skelti. Tey hjálpa okkum at finna hagar, vit skulu. Eitt av hesum skeltum er ein breið rípa, sum býtir seg sundur í eina smala striku, ið peikar til vinstru og eina breiða, ið peikar til høgru. Hetta skelti sigur okkum, at vit nærkast einum vegamóti, har ein smalur vegur gongur til viks út frá tí breiða koyrivegnum. Eg siti við einari mynd framman fyri mær, har eitt sovorðið skelti er á. Niðri undir hesum skelti stendur eitt annað skelti við navninum “Paradis” á. Tann smali vegurin gongur til Paradis, sum liggur uttan fyri Bergen í Noregi.

Hesi skelti kunnu minna okkum á nakað, sum Jesus einaferð segði. Hann talaði eisini um ein breiðan og ein smalan veg. Tann smali vegurin, Jesus talaði um, gekk til Paradís ella til tað æviga lívið, sum hann kallaði tað. Jesus segði, at fyri at vit skulu koma til tað æviga lívið, mugu vit vera á tí smala vegnum.

Hvat meinar Bíblian við Paradís? Orðið Paradís finna vit bara nakrar fáar ferðir í Bíbliuni. Tað skal vera ein spegilsmynd av teirri eydnu, tey fyrstu menniskjuni upplivdu í Edens urtagarði, har einki enn var lagt í oyði millum Gud og teirra. Per Lønning greiðir frá Paradísi soleiðis: “Tað er eitt lív nær Gudi, fult av gleði og við ongari sorg.” Jesus sigur, at tað æviga lívið byrjar nú í gerandisdegi okkara, og tað er at kenna Gud og son hansara Jesus.

Tað hevur altso okkurt við Jesus at gera. Jesus er staðkendur. Tað er hann, sum leiðir okkum inn á smala vegin. Uttan hansara lív og læru, deyða og uppreisn kann einki menniskja finna vegin til Guds. Tí standa vit yvir fyri einum vali, um vit ætla okkum at ganga á smala vegnum. Velja vit, at lata Jesus ferðast saman við okkum hvønn dag?

Hvat við gerandistrupulleikunum? Líta vit á Jesus, kunnu vit eisini hvønn dag leggja burtur nógvar av okkara sorgum og gerandistrupulleikum. Ella vit kunnu fáa hjálp til at koma ígjøgnum teir. Bíblian fevnir um so nógv, og tað ger tað kristna lívið eisini. Gud gevur okkum í orði sínum hjálp og ávaring, ugga og vegleiðing – alt eftir hvat ið okkum tørvar.

Vit noyðast sjálv at velja veg. At ferðast eftir tí smala vegnum gjøgnum lívið vil siga at lata Jesus hjálpa tær og stýra fyri teg hvønn dag. Tú manst óivað onkuntíð hava upplivað, at tú gloymdi at snara út á ein síðuveg, men koyrdi ov langt á høvuðsvegnum. Tá vart tú noyddur at venda við aftur og finna inn á síðuvegin aftur. Á lívsvegnum kallar Bíblian hetta fyri at venda um. Tað merkir at broyta kós í gerandisdegnum. Hvønn veg hevur tú valt? – “… men smalur er tann vegurin, sum førir til lívið …”

E. Campbell umsetti