Ljósið
”Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí. ”
Jóh. 1,5
Johs. Magelund, prestur, minnist aftur á ein jólaaftan fyri árum síðani:
Tað var jólaaftan í Keypmannahavn 1938. Vit vóru nýgift, og hetta var fyrsti jólaaftan, vit skuldu halda í heimi okkara. Tað var tí ikki so lætt at skula lata konu sína vera einsamalla eftir við hús, meðan eg fór inn í miðbýin til eina jólaveitslu fyri heimleys. Men klokkan 8 á kvøldi mátti eg fara. Eg fari seint at gloyma spákingartúrin eftir Dronning Louises brúgv og gjøgnum tær stillu gøturnar. Aftan fyri vindeyguni í teimum túsund heimunum strálaðu jólatrøini. Í Frederiksborggøtu kom brádliga ein maður fram úr einum portri í teirri fólkatómu gøtuni. Hann vildi selja mær blaðið hjá teimum arbeiðsleysu “Livets Kamp”.
“Men hví ganga tygum her og frysta sjálvan jólaaftan?” spurdi eg.
“Komið við mær inn í jólaveitsluna!”
“Nei, takk!” svaraði maðurin.
Eg royndi at greiða frá veitslumáltíðini, jólatrænum og gávunum, sum hann alt samalt vildi fáa lut í. Men nei, hann vildi heldur hava 1 krónu enn at vera við til sjálvt ta mest strálandi jólaveitsluna.
Eg gekk víðari, tungur í huga. At eitt menniskja kundi søkka so djúpt, at tað á sjálvum ársins háheilagasta kvøldi heldur velur 1 krónu fram um at uppliva eina jólaveitslu! Og tankarnir gingu víðari: Hvussu mong vilja ikki heldur hava eini jól, sum bara umfata mat og gávur, heldur enn at taka ímóti innbjóðingini til ta sonnu jólaveitsluna, har Jesus Kristus er miðdepilin. At menniskju í teirra stuttskygni kortini lata seg blinda av einari stuttari njóting og harvið verða lumpað, so tey missa ta stóru ævigu jólagleðina.
Henda uppliving kastaði eina serliga glæmu yvir Jóhannesar Evangeliið, kap. 3,19: ”Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir. ”
Ófatiliga mong menniskju síggja ljósið skína, men finna onga meining í tí, so langt hevur myrkrið breitt seg í okkara ætt. Ljósið skínur í myrkrinum, men myrkrið tekur ikki við tí
Kanska eru vit, sum kalla okkum kristin, uppií og fjala ljósið fyri øðrum. Latið okkum biðja um, at ljósið í krubbuni má skína so bjart, at menniskju mugu síggja, hvat ið tað er, sum hevur virði, og ikki lata seg blinda, so smálutir og stuttar njótingar lumpa tey, so tey missa ta sonnu jólagleðina.
Campbell umsetti
Edvard Poulsen

