Drongurin, ið vildi verma Jesusbarnið
”Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, ”
Jóh. 10,14
Hetta hendi í 1994, men tað kundi eins væl verið hent í gjár, siga hesir
báðir amerikansku lærararnir. Teir eru staddir í Russlandi, og jólini
nærkast. Tað er russiska uttanríkisdeildin, sum hevur boðið teimum at
undirvísa á ymsum skúlum og stovnum í landinum. Á tí eina staðnum
uppliva teir nakað, sum hevur sterka ávirkan á teir, og sum teir ongantíð
hava gloymt. Teir eru staddir inni á einum russiskum barnaheimi.
Hundrað misnýtt og vanrøkt børn búgva her, og her er tað, at teir hitta
seks ára gamla Misha, drongin, sum vildi verma Jesusbarnið.
– – –
Av tí at nú vóru jól, skuldu vit siga barnaheimsbørnunum
jólaevangeliið. Bæði børn og starvsfólk sótu pinnakvirr og gloyptu
undrandi hvørjum orði. Vit søgdu teimum frásøgnina um Mariu, Jósef og
tað lítla Jesusbarnið, ið varð lagt í eina krubbu. Summi ruggaðu ytst úti á
stólatromini, sum óttaðust tey fyri ikki at fáa hvørt orð við.
Tá ið frásøgnin var liðug, góvu vit børnunum eina uppgávu. Tey
skuldu gera sítt egna fjós úr pappi, og gular serviettstrimlar skuldu tey
brúka til hoyggj. Børnini arbeiddu ágrýtin við hesi uppgávuni. Sjálvur
gekk eg runt og hugdi, um onkur teirra tørvaði hjálp.
Tá ið eg kom til lítla Misha, sum var umleið seks ára gamal, sóu vit,
at hann hevði lagt tvey pinkubørn niður í krubbuna.
“Hví hevur tú tvey pinkubørn í krubbuni?” spurdi eg.
Hóast hann var so ungur á aldri og bara eina ferð hevði hoyrt
jólaevangeliið, tók hann alla frásøgnina uppaftur – og hon var røtt út í odd
og egg – heilt til hann kom til tað staðið, har Maria ballar Jesusbarnið inn
í klæði – reivar hann, sum vit siga – og leggur hann í krubbuna.
Tá letur í honum: “Tá ið Maria legði Jesusbarnið í krubbuna, hugdi
Jesus upp á meg og spurdi, um eg hevði eitt stað at vera. Eg segði honum,
at eg átti hvørki mammu, pápa ella nakað heim. Tá segði Jesus, at eg
kundi vera hjá sær. Eg svaraði, at tað fór helst ikki at bera til. Eg hevði
nevniliga onga gávu við so sum øll onnur. Men av tí at eg so ómetaliga
fegin vildi sleppa at vera hjá honum, royndi eg at hugsa um okkurt, sum
kundi brúkast sum gáva. So eg spurdi Jesus: “Um eg vermi teg, man tað
vera ein nóg góð gáva?” Og Jesus svaraði: “Um tú vermir meg, so er tað
tann besta gávan, sum eg nakrantíð kundi fingið.” So kreyp eg upp í
krubbuna til Jesus, og hann segði mær, at eg kundi vera hjá sær altíð,”
endaði Misha.
Tá ið hann var liðugur við søguna, brast hesin lítli drongurin út úr at
gráta. Tárini runnu stríð oman eftir teimum smáum barnakjálkunum.
Hann fjaldi andlitið í hondunum, allur kroppurin ristist, og hann higstraði,
tá ið hann legði høvdið móti borðplátuni. Hesin lítli foreldraleysi
drongurin hevði funnið ein, sum ongantíð á ævini vildi misnýta hann,
men sum altíð vildi vera hjá honum. Tann dagin lærdi eg, at tað er ikki,
hvat tú eigur her í lívinum, sum hevur nakað at siga, men hvønn tú eigur.
“Misjon Uten Grenser”
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

