Gávan er til okkara
”Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. ”
Jes. 9,6
“ … sonur er okkum givin; navn hans skal verða kallað undur.”
Menniskju kunnu geva stórar gávur. Men hvat fyri eitt menniskja kundi hugsað sær at givið egna son sín? Tá ið Gud skuldi geva, tá gav hann son sín. Hann gjørdi tað, av tí at hann elskaði heimin, sum var sokkin niður í synd og vesaldóm, og av tí at eingin annar kundi hjálpa heiminum upp úr vesaldóminum. “So elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” Jóh. 3,16.
Navn hans skal verða kallað Undur. Tað er einki navn, ið djevulin hatar sum hatta, og hann hevur altíð roynt at skrætt hatta navnið frá honum, og til tað hevur hann altíð havt ov mikið av hjálparmonnum, sum eru villigir at rætta honum eina hjálpandi hond í ónda gerningi hansara.
Longu á ápostlanna døgum vóru menniskju, sum sýttu fyri, at Jesus var Kristus, komin í holdi, og Gud sigur okkum gjøgnum Jóhannes, at hetta er Antikrists andi. Ja, tað er djevulsins verk at skræða guddómsgloriuna frá Jesusi, og til hetta hevur djevulin ov mikið av hjálparmonnum eisini á okkara døgum. Burtur við undrunum, siga teir, burtur við tí, at hann skal vera gitin av Heilaga Andanum, burtur við uppreisnini.
Men vit siga við inniligum takksemi og tilbiðjan: Navn hans er Undur! Vit lova og prísa Gudi fyri ein Frelsara, sum er gitin av Heilagum Anda og risin upp frá deyðum. Tað er einum slíkum Frelsara okkum er tørvur á, einum Frelsara, hvørs navn er Undur.
So ljóðar spurningurin: Hevur tú tikið ímóti Guds gávu? Hevur tú upplivað tað stóra undurið í lívi tínum, ert tú føddur av nýggjum?
Um ikki, tak so ímóti honum nú. So hendir undurið í tínum lívi. Sonur er okkum givin; men menniskju mugu taka ímóti gávuni. Vilt tú taka ímóti Guds jólagávu, barninum, soninum, tá skalt tú uppliva undurið, tá vil Guds Andi peika á stóra undurið á Golgata og vísa tær, at hann varð særdur tína synda vegna og sundurbrotin tína misgerða vegna; tær til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hansara fekst tú heilsubót, og tá rullar syndabyrðan av tínum hjarta – tú ert frelstur! Og tú skalt sanniliga koma at uppliva, at hann er friðarhøvdingin, sum gevur friðleysa hjarta tínum frið.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

