Ein blýants-viðmerking
”Faðirin at einum rættvísum stórliga fegnast, og tann, sum gat vitran son, fær gleði av honum. ”
Orðt.23,24
Ein ungur maður sat ein dagin og blaðaði í gomlu Bíbliuni hjá mammu sínari. Bíblian var slitin, tí hon var nógv brúkt, og nógvastaðni var strikað undir, og viðmerkingar stóðu skrivaðar úti á breddanum á bløðunum.
Tað var langt síðani, at mamma hansara var deyð; men hann kendi tað, sum sat hon undir liðini á honum og talaði við hann.
Meðan hesin ungi maðurin blaðar víðari og lesur tær ymisku viðmerkingarnar, kemur hann fram á einastaðni, har skrivað stendur úti á breddanum: “Takk, Gud!” Tað stóð beint árakað einum versi í Orðatøkum Sálomons, sum ljóðar soleiðis: “Tann, sum gat vitran son, fær gleði av honum.” (23,24)
Hesin ungi maðurin gjørdist ógvuliga rørdur av hesum, sum hann hevði lisið: Tann, sum hevur fingið ein vísan son, fær gleði av honum. Hevði hann av sonnum verið ein vísur sonur? Hevði mamma hansara fingið gleði av honum? Alt í einum hómaði hann eitt sindur av vónini hjá mammuni og hennara djúpu trúgv. Mangar ferðir hevði hann sæð hana sitið við Bíbliu síni við samanløgdum hondum. Hon hevði óivað biðið fyri soni sínum, at hann mátti gerast nóg vísur at geva Gudi sítt hjarta, við øðrum orðum gerast ein persónligur kristin.
Kanska hevur eisini tú, sum lesur hesar reglur, átt eina góða mammu, sum hevur biðið so inniliga fyri tær. Fert tú ikki at gera títt til, at ynski hennara skal uppfyllast? Gleð mammu tína og tak stigið og blív ein persónligur kristin. Betri val kanst tú ikki taka í lívi tínum. Gud vil vegleiða teg og hjálpa tær. Eitt skalt tú vita, tað nyttar einki at blaða upp í eina leksikon og har leita eftir, hvussu lívið skal fáa meining og innihald. Tað kann bert Bíblian siga tær.
Ein sannur kristin, ungur maður – hann er hin vísi sonurin hjá mammu síni og verður henni til gleði.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

