Á fjallarøðini har eysturi
”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,6
Av tilvild kom eg fram á eina Kristusjáttan hjá Dostojevski, sum hann skrivar í einum brævi úr fangalegu í Sibiria:
”Tað kann ikki vera nakar, sum metast kann við Hann – og um onkur kom og fortaldi mær, at sannleikin var ein annar enn Hann, hevði eg kortini valt Hann fram um sannleikan.” So bundnan kendi hann seg til mannin úr Nasaret.
Áðrenn hann var gjørdur útlegin, búði Alexander Solsjenitsyn í Sovjetsamveldinum. Tá ið hann hevði fingið Nobelheiðurlønina í bókmentum, sýtti hann fyri at fara til Stokholm at taka ímóti heiðurslønini, tí hann stúrdi fyri, at hann slapp ikki inn aftur í sítt elskaða føðiland. Og hóast bøkur hansara ikki blivu prentaðar á móðurmálinum, sýndi allur tann frælsi heimurin honum virðing bæði sum høvundur og sum menniskja. Útlendsk tíðindafólk í Moskva fylgdu gjølla við lívi hansara, ja øllum, sum hann fyritók sær, og ikki skuldi meira til, enn at hann risti krossins tekn fyri sær undir eini jarðarferð, so varð tað umrøtt í heimspressuni. Men sjáldan varð spurt, hvaðani hesin sjáldsami einarin fekk dirvi til at halda ímóti tíðarandanum har í landinum. Tí sterkur var hann jú, hesin óvikiligi høvundurin, sum hjá summum gjørdist ímyndin av andligu mótstøðurørsluni har eysturi.
Og ein dagin fann eg so svarið. Tað er ein bøn, sum hann hevur skrivað:
”Sum tað er lætt hjá mær at liva saman við tær, Harri. Sum tað fellur mær lætt at trúgva á teg.
Tá ið ivin fyllir mítt vit, og ráðaloysið floymir inn yvir meg, og tá ið tey gløggastu menniskju ikki síggja longri fram enn til, at tað tekur at kvølda aftan á dagin í dag, og ikki vita, hvat tey skulu fara undir í morgin …
Tá sendir tú mær eina greiða sannføring um, at tú ert, og at tú fert at hava umsorgan fyri, at ikki allir vegir hjá tí, sum gott er, skulu vera stongdir.
Uppi á fjallarøðini fyri øllum heimsins víðagitni líti eg við undran oman aftur á vegin, sum bar ígjøgnum vónloysið – og hagar, hvaðani eg kundi senda mannaættini eitt endurskin av tínum strálum.
Og hvussu nógv, ið eg skal endurspegla – ja, tað fert tú at geva mær.
Og alt tað, sum eg ikki fari at náa – tað hevur tú sjálvandi ætlað øðrum at útinna.”
Fjøtraðir innan fongsulsgrind –
lovsangur berst um hægsta tind.
Vøkur var leið í tykkar’ slóð,
sjálvt um vit gjørdust krossarmóð.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv!