Á náði rík og dýrabar

„Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, “
Jóh.1,12

 

John Newton, maðurin, sum skrivaði sangin “Amazing Grace”, á føroyskum “Á náði rík og dýrabar”, livdi í nógv ár eitt ræðuligt lív.

Sjey ára gamal misti John Newton trúgvandi móður sína, og ellivu ára gamal fór hann til sjós. Tá ið hann var seytjan ára gamal, hevði hann siglt fleiri ferðir tvørtur um Atlantshavið. Hann gjørdist gudsnoktari, og hann nýtti eitt mál, sum fekk sjálvt teir mest harðvunnu sjómenninar at blikna. Hann var eisini ógvuliga uppreistrarhugaður, so skiparin hevði trupult við at stýra honum. Hann varð lagdur í leinkjur, og eitt tíðarskeið arbeiddi hann sum trælur í eini viðalund. Seinni kom hann við einum skipi, sum sigldi við trælum, og hann bleiv sjálvur trælahandlari.

Tað vísti seg, sum hann bleiv meir og meir ógudiligur; men av og á var kortini okkurt, sum minti hann á tað, mamma hansara hevði lært hann úr Bíbliuni.

 

Einaferð kom skipið, hann sigldi við, í eina ræðuliga ódn, og í tí at ein av sjómonnunum varð skolaður fyri borð, rópti John Newton: “Gud, lít í náði til okkara!”

 

Hetta var fyrsta bønin, John Newton hevði biðið í mong ár; men frá tí løtuni byrjaði Gud at virka í hjarta hansara. Hann fór at síggja seg sjálvan sum ein glataðan syndara, men djevulin teskaði til hansara: “Tú ert ein ov stórur syndari, tað er eingin náði fyri teg.”

John Newton gjørdi kortini av, at hann vildi royna, um Guds orð var satt. Meðan stormurin leikaði í, tveitti hann seg niður á knæ og játtaði fyri Gudi, at hann var ein stórur syndari, sum hevði frelsu fyri neyðini. Hann hevði lisið í Bíbliuni, at Gud vildi geva Heilaga Andan til teirra, sum biðja hann, og hann bað um at fáa Heilaga Andan sum prógv um, at hann var vorðin ein nýggj menniskja.

Tann dagin kom John Newton til krossin – til Jesus – og Jesus rak hann ikki burtur. Hann tók ímóti honum, frelsti hann og gav honum Heilaga Andan sum pant um, at hann var blivin eitt Guds barn, soleiðis sum Gud lovar tað í orði sínum.

“Sum eisini tit, tá ið tit hoyrdu sannleiksorðið, gleðiboðskapin um frelsu tykkara, sum eisini tit, tá ið tit tóku við trúgv, vórðu innsiglaðir í við heilagum anda, sum okkum var lovaður, hann sum er pantur um arv okkara, til endurloysingar av ognini, dýrd hansara til prís.”

Ef. 1,13-14.

Tá ið skipið kom aftur til lands, var tað ein nýggjur John Newton, sum fór í land. Hin gamli John Newton var ikki longur til. Hann doyði andaliga talað ódnarnáttina har úti á havinum.

John Newton gjørdist seinni prestur og skrivaði rættiliga nógvar andaligar sangir, teirra millum “Amazing Grace”:

 

Á náði rík og dýrabar,

ið frelsti meg, eitt vrak.

Tá vilstur eg og blindur var,

Gud myrkrið burtur rak.

 

At óttast náðin lærir meg,

men fryktin flýggja má.

Hvør søt var náðin, fyrsta eg

í trúnni Jesus sá.

 

Alt gjørdist nýtt hjá John Newton. Er alt vorðið nýtt hjá tær? Um ikki – so ger sum hann. Viðgakk, at tú ert ein glataður syndari og tak ímóti Jesusi sum tínum frelsara. Trúgv Guds orði, tá ið tað sigur:

“Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” Jóh. 1,12.

E.Campbell umsetti