Á tromini
”Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur. ”
Mark.16,16
Tokið, sum plagdi at koma á middegi úr York til Dublin, steðgaði i Buttervant, og tríggir ella fýra yvirmenn á hermannastøðini komu inn í ein vogn, har bara ein einsamallur ferðamaður sat, Thomas Weldon Trench, sum var av einari víðagitnari írskari greivaætt av hugenottiskum uppruna, og sum var ein evangelistur av Guds náði.
Tá ið tokið stutt eftir fór í gongd, festi ein av yvirmonnunum sær í eina sigar. Trench gjørdi fólkaliga vart við, at hesin vognurin var til ”ikki roykjarar”; men yvirmaðurin svaraði, at líka legði hann í, hann ætlaði sær at roykja, og hann festi í sigarina.
Eina løtu seinni, tá ið Trench kendi, at hann frítt kundi siga tað, sum lá honum á hjarta, segði hann siðiliga: ”Tann Harri Jesus Kristus sigur í Mark.16,16, at tann, ið ikki trýr á Hann, skal verða dømdur. Trúgva tygum á Hann?”
”Hvat meina tygum?” rópti yvirmaðurin óður.
”Hetta versið sigur, at um tygum ikki trúgva á tann Harra Jesus Kristus, verða tygum dømdur til hin annan deyðan.”
”Sit og tig við tær, tín tápulingur!”
”Sjálvt um eg tigi, broytir tað einki. – Um tygum ikki trúgva á tann Harra Jesus Kristus, verða tygum dømdur.”
”Eg skal geva tygum ein dyggan undir vangan og blaka tygum út gjøgnum vindeygað, um tygum ikki halda munn.”
”Sjálvt um tygum sláa meg og blaka meg út gjøgnum vindeygað, broytir tað einki. Um tygum ikki trúgva á tann Harra Jesus Kristus, verða tygum dømdur.”
Yvirmaðurin leyp á føtur spinnandi óður, men vinmenn hansara hildu honum aftur og søgdu: ”Legg einki í handa stavnin. Sært tú ikki, at hann er svakur?”
”Um eg eri svakur ella ikki,” segði Trench, ”tað broytir einki. Um tygum ikki trúgva á tann Harra Jesus Kristus, verða tygum dømdur.”
Beint tá kom tokið til Charleville. Yvirmenninir lótu hurðina upp, lupu út og leitaðu sær yvir í ein annan vogn. Trench toygdi seg út gjøgnum dyrnar og rópti aftan á teimum: ”Sjálvt um tygum rýma út úr vogninum, broytir tað einki. Um tygum ikki trúgva á tann Harra Jesus Kristus, verða tygum dømdur.”
Tá ið Trench tvey ár seinni fór til Holyhead við tí írska postbátinum og kom til Rugby, fór hann inn á eina matstovu at fáa sær ein temunn. Tá kom ein hermaður yvir til hansara og segði: ”Ferðaðust tygum fyri tveimum árum síðani úr Buttervant til Charleville í Suðurírlandi saman við einum manni, sum hótti við at blaka tygum út gjøgnum vindeygað, av tí at tygum søgdu honum, at hann fór at verða dømdur, um hann ikki trúði á tann Harra Jesus Kristus?”
”Ja, tað gjørdi eg.”
”Eg takki Gudi fyri tað, sum tygum søgdu. Tað gleðir meg nógv at hitta tygum. Tað kvøldið fóru vit allir í dansiveitslu hjá tí hægstráðandi í Dublin. Men sama gjørdi, hvat ið eg enn tók mær fyri, so slapp eg ikki frá hasum orðunum. Eg mátti fara úr veitsluni og fara yvir á hotellið hjá mær, men eg fekk ikki blund í eyguni. Hesi ræðuligi orðini hildu á at ringja í heilanum eins og ein stór klokka. Eg varð greiðir um, at eg kendi Hann ikki, og at eg var honum fremmandur – og tessvegna dømdur til deyða. Eg fekk onga hvíld, fyrr enn eg trúði á Hann. Og nú eri eg frelstur og lukkuligur. Eg takki Gudi, at eg møtti tygum hin dagin í írska tokinum.
”Evangelisten” E.Campbell umsetti