Advent er tíð til sjálvrannsakan og uppgerð

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Tænið Harranum við ótta, fegnist við bivan! Heilsið syninum, at hann ei skal ilskast og vegur tykkara bera av leið; tí brátt birtist vreiði hans. Sælir eru allir teir, ið á hann troysta!” (Sl 2,11-12).

Tá jødafólkið væntaði ein frelsara, vóru tey greið um, at tað ikki fór at vera heilt ódramatiskt. Tí við Messias skuldi Gud fella dóm og stovna eitt ævigt friðarríki. Tey vistu eisini, at tey máttu líta á Gud og tæna honum, um tey skuldu sleppa undan hansara vreiðisdómi.

Vit, sum liva aftaná, at Kristus kom, vita, at sjálvur dómurin ikki er útførdur enn, og at tað enn er ein (stutt) tíð at sleppa sær undan Guds endaliga dómi. Men Jesus gjørdi púra greitt, at ein dag kemur hann aftur, og tá fellir endaligur dómur yvir tey, ið ikki vilja søkja sær skjól fyri Guds rættvísu vreiði við at troysta á sonin og fullgjørda frelsuverk hansara: “Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara!” (Matt 16,27) Tað skal vera ein fagnaðardagur fyri mong og ein ræðuligur dagur fyri mong onnur.

Tora eg og tú at lata hetta sterka ljósið avdúka okkara innasta? Er synd og uppreistur móti Gudi har í tí fjalda?

Adventin er ein sjálvrannsakanar tíð áðrenn stóru gleðishøgtíðina. Og størsta adventsgleðin er at viðurkenna sína vónleysu støðu og fara til Jesusar við henni. Líta á hann, tí hann er ríkur í miskunn og náði og vil fegin fyrigeva og reisa aftur á føtur. Tá nýtast vit ikki at óttast hansara vreiði og dóm.

 

Hendan andaktin er skriva við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994