Ævigur dómur

“Og tú skalt kunngera honum, at eg skal døma hús hansara um ævir, av tí at hann visti, at synir hansara bóðu ilt yvir Guð, og hevði kortini ikki at teimum.”
1.Sám.3,13

Hevur tú nakrantíð hugsað um, at tann møguleiki er, at hesi orðini omanfyri eisini kunnu ljóða til tín, ja, til ein og hvønn av okkum. Hetta er ein ræðuligur dómur at fáa yvir lív sítt. Vit menniskju hava ofta lyndi til at víkja uttanum, tá ið talan er um dóm. Tað ljóðar so óhugnaligt. Gud er kærleiki, og Hann er miskunnsamur. Hann fer ikki at døma meg og hús mítt um allar ævir fyri hetta og hatta. Soleiðis hugsa mong. Men Gud er rættvísur. Hann vil, og Hann krevur: at vit er Honum og orðum Hansara lýðin.

Hesi omanfyristandandi orðini ljóða til ein mann, tí at hann visti, at synir hansara bóðu ilt yvir Gud, og hevði kortini ikki at teimum. Tessvegna skal hús hansara ganga undir. Men so hugsar tú kortini, at tú situr so fastur í tí, at Harrin fer aldri at gera slíkt við teg. Tú hevur gjørt hetta, og tú hevur gjørt hatta – tað má væl siga nakað.

Tú hevur givið, tú hevur hjálpt, tú hevur vitnað, tú hevur prædikað, Gud hevur nýtt teg til at umvenda menniskju o.s.fr. Men ansa tær kortini, tí Harrin segði hesi omanfyristandandi orðini við ein mann, sum hevði gjørt alt hetta, ein mann, sum Harrin sjálvur hevði útvalt at leiða og døma sítt ognarfólk, Ísrael. Harrin vendi sær frá Eli, tí Eli ikki troystar sær at revsa synir sínar fyri gudloysi teirra.

Tolin tekur Eli við dóminum: “Hann er Harrin; geri hann tað, sum honum líkar.”

Hesin gudsmaðurin, Eli, hvørs góðu gerningar nú eru honum virðisleysir, tí hann valdi sonarkærleikan fyri Guds kærleika, hann sær undirgang sín – og letur standa til, uttan at venda um til Guds.

Letur tú eisini standa til við syndini inn undir hin æviga Guds dóm? Jesus vil hava teg til at venda um til Guds. Hann tekur dómin á seg, tí hann elskar teg. – Tak avgerðina, loyv Jesusi at gera hetta og lat ikki standa til við syndini inn undir hin æviga dómin!