Alt samvirkar til góða

”Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað. ”
Róm.8,28

 

Meðan ein kristin fer ígjøgnum eina roynslu, mótgongd ella neyð, so má hann altíð hava endaúrslitið í eygsjón. Hóast stríð og rok í løtuni tykjast vera øgiligar og ótespiligar, so er hetta bert fyrsta stig av nøkrum, ið kann føra stóra signing við sær.

Kinverjar greiða í eini frásøgn um ein mann, ið hevði eitt ross og bert ein son. Ein dagin beindi rossið fyri stakittinum, ið gyrdi rossinum inni, so tað stakk av og hvarv.

”Oy, oy, oy…. Ein vanlukka!” søgdu grannarnir.

”Hví,” segði gamli bóndin, ”Hvussu kunnu tit vita nakað um tað?”

Kvøldið eftir var rossið komið aftur til ta tíðina, tá tað plagdi at fáa vatn og fóður og saman við tí vóru nú eisini 12 onnur vill ross. Sonurin rann kvikliga framvið stakittinum móti portrinum og lat tað aftur. Nú hevði hann 13 ross í staðin fyri onki.

Tá grannarnir frættu hetta róptu teir kátir: ”Oy … hvør eydna!”

Gamli maðurin svaraði aftur hesu ferð sinniliga: ”Hvussu kunnu tit vita tað?”

Nakrar dagar seinni, tá sonur hansara var í fer við at temja eitt av hesum villu rossinum, tá varð hann tveittur av tí og breyt beinið.

Grannarnir komu rennandi at hjálpa og søgdu: ”Oy, ein vanlukka!”

Aftur svaraði klóki bóndin: ”Hvussu kunnu tit vita tað?”

Nakrar dagar eftir hesa hending kom ein herdeild framvið býnum og allir raskir og sterkir menn vórðu innskrivaður í herdeildina og tiknir við út á hermótið. Hesir menn vendu aldri aftur frá krígsgerðunum. Men sonur bóndans var ikki teirra millum, tí hann mátti vera heima, av tí at hann hevði brotið beinið.

Fyri tey kristnu, ið elska Harran, er tað eitt gott endamál knýtt til hvørja roynslu og mótgongd. Viðhvørt skilja vit ikki endamálið í hesum lívi, men sjálvt tá eru vit før fyri at siga gjøgnum okkara tár:
Hóast eg ikki skilji, so veit eg kortini, at hvat enn Gud loyvir av hendingum, so virka tær til góðar fyri meg – og hetta umfatar ”alt”.
E.Campbell umsetti