Altíð høvi at vitna
”„Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað. Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar, og í hvørs anda ikki eru svik.“
Sálmur 32,1-2
Ein maður stóð ein dagin og hugdi inn gjøgnum eitt handilsvindeygað. Í vindeyganum lógu ur, klokkur, gull- og silvurlutir. Á innaru síðu á rútinum var klistrað eitt pappír. Har stóð at lesa: “Vit hava ikki ráð at geva upp á borg. Lesið 32. Sálm vers 1-2.” Hesin maður var trúgvandi. Hann smíltist, tí hann visti væl, hvat ið stóð í 32. Sálmi.
Hann læt hurðina upp og fór inn í handilin, og har kom hann í prát við handilsmannin, sum segði honum, at nógv fólk komu inn á gólvið og spurdu, hvat ið stóð í 32. Sálmi. So gav hann teimum eitt kort, har hann hevði latið prentað hesi versini. Hann vísti manninum tveir dungar av smáheftum, sum hann plagdi at geva fólki, tá ið tey soleiðis komu inn á gólvið at spyrja. Annað heftið var Sálmarnir, so kundu fólk jú lesa allar Sálmarnar hjá Dávidi, og hitt heftið var Evangeliið eftir Jóhannes. Stór signing var komin burtur úr hesi vitnitænastuni, fólk vóru blivin frelst, og tey vóru trúføst at møta upp til gudstænastur og møti.
Ja, um vit veruliga leggja í, so eru tað nógvir mátar at vitna uppá. Men hvat stendur so í 32. Sálmi? Jú, har stendur soleiðis: “Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað. Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar og í hvørs anda ikki eru svik.”
Tað menniskjað, sum hevur fingið goldið fyri sínar syndir, hevur fingið “kvittan” upp á tað, kann av sonnum vera lukkuligt, tí tað er tað størsta, sum kann vera einum menniskja fyri. Gud strikaði út skuldabrævið, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin (Kol. 2,14). Taka vit ímóti tí og siga Jesusi takk fyri, hvat ið hann hevur gjørt fyri okkum, so er gávan okkara. Tað staðfestir orðið: “Tað var Gud, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra.” 2. Kor. 5,19.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

