Andaligt urtagarðsarbeiði

”Og hann lærdi tey mangt í líknilsum og segði við tey í læru síni: »Lýðið á! Sí, ein sáðmaður fór út at sáa. ”
Mark. 4,2-3

 

Gud gevur okkum sáðkornið, sum er hansara egna orð; men tað er okkara ábyrgd, hvørjum standi moldin er í. Tann moldin, sum her er talan um, er okkara hjartabotnur.

Tá ið tú eftir gudstænastuna ella møtið verður spurdur, hvat ið talan handlaði um, hevur tú so trupulleikar at minnast hana? Í Mark. 4,14-20 lesa vit líknilsið um sáðmannin, og her fáa vit eina frágreiðing, sum vísir okkum, at Guds tala rínir ikki líka væl við øll menniskju.

Prestar og trúboðarar hava trupulleikar, sum týðiliga koma til sjóndar her. Teir vilja, at tú skalt minnast tað, teir siga. Tá ið onkur spyr teg, hvussu talan var, svarar tú kanska: “Hon var góð.” – “Hvat var tekstin?” – Tað hevur tú kanska ikki ánilsi av. Tað, tú hoyrir, hvørvur so skjótt út aftur úr huganum. Jesus visti, at tað var soleiðis.

Nógv av sáðkorninum í Guds orði fellur við vegjaðaran. Eingin fyrireiking er gjørd, fyri at tað skal kunna vaksa upp. Orðið ber fram úrslit, um vit gera fyrireikingararbeiðið. Vegjaðarin má verða gjørdur til. Moldin má gerast leys. Fyrireikar tú teg at hoyra Guds orð, áðrenn tú fert í kirkju ella á møti? Biður tú Gud um at gera “grundina” í hjarta tínum til reiðar at taka ímóti Guds orði soleiðis, at tað kann hava ávirkan í lívi tínum? Ella man tað bara fella í harða mold? Jesus lærdi, at fólk skuldu fyrireika seg at taka ímóti orðinum.

Vit hava eisini eina ábyrgd mótvegis teimum, sum aftan á okkum koma. Tað er rætt og gott, at pápi og mamma brúka tíð uppá at biðja. Um ikki, hvussu skal so barnið læra at biðja? Fer næsta ættarlið at taka bønina álvarsliga?

 

Sumt av sáðkorninum fell í gaddajørð, tað er hella og klettar, sum bert hava eitt sindur av mold oman á sær. Hetta er hjá menniskjum, sum í løtuni gerast hugtikin av tí, tey hoyra. Men sjálvt um sáðkornið nælir, hevur tað lítla megi. Har er ov grunt. Har er ikki nóg mikið av djúpari, føðsluríkari mold. Vit síggja tað ofta. Onkur fer á eitt vekingarmøti, og Gud vælsignar talaran. Áhoyrarnir verða vaktir upp – eina tíð. Men tað er ikki nóg mikið at vera vaktur eina tíð! Tað ræður um at halda út og tola háð og spott fyri orðsins skuld. Tá nyttar lítið við yvirflatiskum upplivingum. Dýpd má vera í. Tað ræður um at tola mótstøðu sum ein góður hermaður, annars kunnu vit lætt koma at kasta evangeliið aftur.

Vit mugu lesa Bíbliuna fyri at fáa styrki frá Guds orði. Vit mugu biðja, annars vil “moldin” í okkum verða hørð – sáðkornið frá Guds orði nælir í hjørtum okkara eina løtu, men følnar heilt skjótt. Á, mátti Gud hjálpt okkum!
E. Campbell umsetti.