At ganga í kirkju
”Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! ”
Fil.4,4
Og
”Men Guð alrar náðar, sum kallaði tykkum til sína ævigu dýrd í Kristi Jesusi, aftan á líðing eina stutta tíð, hann skal sjálvur gera tykkum fulldugandi, menna, styrkja, grundfesta tykkum. ”
1.Pæt.5,10
Nú eitt kvøldið vitnaði ein maður í Meinigheitshúsinum. Hann greiddi frá, at hann í summar kom í prát við eina føroyska konu, sum búði uttanlands.
Konan segði: ”Tú gongur í kirkju!”
”Ja,” svaraði maðurin, ”eg gangi í kirkju hvønn sunnudag, tí eg fái so gott av tí.”
Konan tagdi eina løtu; men so segði hon: ”Eg kundi væl hugsað mær eisini at gingið í kirkju; men presturin í kirkjuni, har eg búgvi, er ímóti, at ungdómurin skal sleppa at drekka rúsdrekka niðri í ungdómsklubbanum, og so er hann eisini ímóti homoseksualiteti, so tí tími eg ikki.”
Maðurin svaraði einki upp á hetta, men tá ið konan var farin, hugsaði hann: ”Neyðars kona, nú má hon fara út at leita sær eftir einum presti, sum ikki trýr Bíbliuni, og sum prædikar tað øvugta av tí, ið har stendur.”
E.Campbell