At hava forbiðjarar

Skrivað: Olga Johannessen

“Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum” (Róm 8,26).

Ígjøgnum lívið saman við Jesusi havi eg mangan verið í tí støðu, at tað hevur verið sera torført at biðja. Tað hevur verið ymiskt, sum hevur órógvað bønarlívið saman við Jesusi.

Tá er tað gott at vita, at tað eru onnur, sum biðja. Eg eri í tí hepnu støðu, at míni foreldur hava biðið fyri mær, heilt frá tí eg var lítil og til í dag. Eisini havi eg nógvar vinir, sum hava biðið fyri mær og saman við mær.

Hetta er als ikki ein sjálvfylgja. Tað eru tíverri ikki øll, sum eru í hesi hepnu støðu.

Men tá er tað vælsignað at vita, at tað er ein, sum altíð biður fyri okkum. Tað er Jesus sjálvur. Ja, hann gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. Hann gerst ongantíð troyttur.

Tí skal mín bøn vera: ”Leitið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund, hann er nær” (Jes 55,6).