Av náði eru tit frelstir við trúgv

Av náði eru tit frelstir við trúgv
Ef. 2,8

 

Ein maður, sum eg ofta hevði tosað við um frelsunnar veg, sat í stovu míni.
Og eftir at eg ferð eftir ferð hevði vitnað fyri honum um frelsuna, segði
hann: “Vilja tygum biðja fyri mær?”

 

Hann gjørdist rættiliga bilsin, tá ið eg svaraði: “Nei, tað vil eg ikki.”

 

“Men hví ikki?”

 

“Nei, eg vil ikki biðja fyri tygum meira. Gud hevur víst tygum frelsunnar
veg. Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur (Áps. 16,1). Hvat vilja
tygum, at eg skal biðja um fyri tygum? At hann skal geva tygum eitt annað
evangelium? Ella at hann skal frelsa tygum uttan at tygum trúgva hesum
evangeliinum? Eg fari ikki at biðja Gud gera meir fyri tygum, enn hann
longu hevur gjørt. Trúgvið á Hann, soleiðis sum tygum eru!”

 

Eg hugdi eina løtu upp á hann, so segði hann: “Sigið mær enn eina ferð,
hvat ið tað er at trúgva.”

 

Eg segði honum tá frá Kristusi, sum gjørdist bót fyri syndir okkara, og at
hann var verdur at líta á, og at ein og hvør, sum setti álit sítt á Hann, skuldi
verða frelstur.

 

Hann hugdi upp á meg. “Eg trúgvi á Hann, men hvussu skal eg vita, at eg
eri frelstur?”

 

Eg tók Bíbliuna og vísti honum orðið: “Tann, sum trýr á hann, verður ikki
dømdur!” Jóh. 3,18. Her er Guds vitnisburður og Guds trygging, garanti.
Um hetta ikki ger tygum nøgdan, so trúgva tygum Honum jú als ikki.”

 

“Á, nú síggi eg tað, og nú tori eg at trúgva tí.” – “So eru tygum ein frelst
menniskja, eftir tí sum Skriftin vitnar.” Eg sá, hvussu andlit hansara
klárnaði alt í einum.

 

Vit fullu niður á knøini at prísa Gudi.

 

“…Men så kom Gud”.

E. Campbell umsetti