Bað um eina trúgvandi konu
”»Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. ”
Jóh.14,1-2
Emanuel Minos
Á døgum Elia var bara ein sannur Guds profetur, bara ein! Men har vóru 450 Báalsprofetar og 450 Ásjerjuprofetar. Í summum norðurlendskum umsetingum verður Ásjerja nevnd Astarte, tað er sama navnið. Tað merkir, at har vóru 900 falskir profetar. Eg skal ikki koma nærri inn á Báals dýrkanina, tí at nógv av tí er ikki borðbart; men eg skal bara nevna, at eingir reinir ungdómar vóru tá. Tú ungi, sel ikki tín reinleika fyri eina stutta syndanjóting. Vend tær frá syndini, sum stjelur tína eydnu og framtíð. Vend tær til Jesus, sum lekir tíni sár.
Tað løgna við Astarte er, at teir profetarnir eru í øllum Norðurlondum í dag. Tí Astarte er tað sama sum astrologi, og stjørnuspádómar kanst tú lesa í hvørjum vikublaði, spyr bara konufólkini! Og hugsa tær, fólk trúgva enntá upp á tað, sum stendur har, t.d. at nú fert tú at fáa ein maka.
Men eg trúgvi ikki upp á stjørnurnar. Eg trúgvi upp á Jesus. Eg bað Jesus geva mær eina trúgvandi konu, og í 2014 hava vit verið gift í 60 ár, eg og Åse, sum var tann trúgvandi konan, ið Jesus gav mær.
Effie Campbell umsetti