Bert ein dreymur

 

”Jesus svaraði og segði við hann: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.« ”
Jóh.3,3

 

Tað var ein maður, sum droymdi, at hann var deyður, og so stóð hann ein dag fyri Guds trúnu. Har stóð ein mongd av fólki. Ein fyri og annar eftir steig fram at trúnuni, og bøkur vórðu latnar upp. Maðurin stakk hondina niður í bróstalumman og kendi seg tryggan og glaðan, tá ið hann føldi, at pappír hansara vóru har sum vant.

So skuldi hann fram. Hann kendi ein lættan skjálvta fara ígjøgnum seg, tá ið hann stóð fyri Guds eygum. Ikki rættiliga so hevði hann hugsað sær Gud, so álvarsaman, so nær og so livandi. Løgið var tað, men júst í somu løtu rann fram fyri hann mangt og hvat, hann hevði latið vera harvið í lívi sínum, og sum hann aldri áður hevði hugsað um. Ja, satt at siga, so hevði hann aldri rættiliga hugsað um Gud, hevði heldur aldri tosað við børn síni um hesa álvarsomu dómsløtu, hevði aldri …

Hann hvakk við, tá ið hann kendi Guds eygu hvíla á sær, stakk hondina í lumman og tók eitt pappír fram. Tað var dópsseðil hansara. Við honum slapp hann ivaleyst ígjøgnum. Ein eingil tók seðilin frá honum, hugdi eina løtu tigandi at honum og legði hann frá sær.

Maðurin varð illa við. Her tyktist dópsseðilin einki sum helst at hjálpa honum, tvørturímóti, her var hann væl eitt minus, ein klaga ímóti honum, tí hevði dópur hansara ikki pliktað hann til í anda og sannleika at liva lív sítt við Gudi?

Aftur stakk hann hondina í lumman og tók eitt annað pappír upp. Tað var konfirmatiónsprógv hansara. Her høvdu teir tó svart upp á hvítt, at hann var ein góður, kristin maður. Nú mátti hann tá avgjørt fara at sleppa heilskapaður ígjøgnum.

Tá var tað honum, sum Harrans eygu litu so hvassliga at honum. Eingilin tók prógvið – og legði tað frá sær. Ræðslusligin mátti hann við eitt viðganga fyri sær sjálvum: ”Lovaði eg ikki Jesusi hjarta mítt tann dagin, eg varð konfirmeraður?” Hann mintist ta løtuna so væl. Mamman hevði grátið, og pápin hevði tikið hann í armar sínar, og sjálvur hevði hann hjartað fult av øllum góðum tankum og avgerðum. Og hvat spurdist burturúr hjá mær? ”Eg havi tænt øðrum gudum!”

 

Men, hugsaði hann, eg havi jú meira. Aftur fór hann í lumman og tók fram eina heila rúgvu av pappírslepum. ”Hygg her, og her!” Hetta vóru alt kvittanir fyri pengar, hann hevði latið til kirkjur, heidningamissión og onnur góð endamál. ”Her, og her …!”

”Ja, – og her!” ljóðaði Guds rødd djúp og álvarsom. Hann peikaði í bókina, eingilin stóð við í hondini. Og eingilin las:

1. boð: Tú mást ikki hava aðrar gudar!”

Hesin maður hevur ikki ærað teg, Harri. Hann var sín egni gudur. Pengar hansara vóru gudur hansara. Girndirnar og lystirnar vóru gudur hansara. Hann er sekur!

2. boð: ”Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guds tíns!”
Hesin maður brúkti aldri navn títt í bønum og lovsongum. Til eiðir og forbannilsi brúkti hann tað. Men hjarta hansara var deytt. Hann er sekur!

3. boð: ”Minst til at halda hvíludagin heilagan!”
Hesin maður hevði túsund møguleikar at hoyra orð títt. Hann er 40 ára gamal og allir sunnudagarnir, hann hevur livað, eru sostatt samanlagdir seks ár. Fyrrapart sunnudag las hann fyrst tíðindabløðini. So fór hann út at spáka. Síðan át hann nógv og væl og hevði vinir og kenningar vitjandi, ella fór sjálvur út at vitja fólk. Men orð títt hevði hann onga tíð til; tað vanvirdi hann. Hann er sekur!

Tá skar maðurin í eitt skríggj og vaknaði; sveittin dreiv av honum. Leingi lá hann, sum var hann vorðin lamin. Tá raktu eygu hansara við konfirmatiónsorðið, hann hevði hangandi á bróstinum. Tað hevði hann hongt upp hagar fyri mongum árum síðani, meðan konfirmatiónin enn var eitt ljóst, vakurt minni; men so lítið hevði hann hugsað um tað síðani tá, hóast hann hvønn dag hevði tað fyri eygum sínum, at hann satt at siga als ikki visti, hvat stóð á tí. Annars var einki sum helst í vegin við minni hansara. Alt annað mintist hann lættliga. Hann settist upp undir seg og las: ”Sanniliga sigi eg tær: Eingin skal síggja Guds ríki, um hann ikki verður føddur av nýggjum.”

Eina løtu sat hann í tonkum. So faldaði hann hendur sínar. Hann hevði livað ta svárastu, men eisini ta lukkuligastu náttina í lívi sínum.

Hetta var bert ein dreymur – ella var tað nakað meira?
J. Weihe týddi