Bíblian

”Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi.”
Ják.1,17

 

Ein góðseigari í mið Onglandi stóð fegin og eygleiddi nakrar bøndur, ið spakuliga og møðsamt stríddu seg fram til harragarð hansara. Teir drassaðu uppá stórar og tungar bøkur. Hetta var í 14. øld, og tá á døgum var Guds Orð dýrt. Stutt eftir hetta vórðu allar bøkurnar savnaðar mitt í túninum og eldslogarnir ótu seg gjøgnum tær heilagu Skriftirnar.

Góðseigarin stóð á einum lítlum svala, tá eitt hvítt ark brádliga kom sveimandi ímóti honum. Hann greip pappírsarkið, sum var svart og sótut í kantunum, og tað var líka við, at eisini hetta arkið gjørdist offur fyri brennandi eldslogunum. Mitt á síðuni stóðu skrivaðar nakrar heilt týðiligar reglur, og bilsin las hann orðini:

”Tí at: alt kjøt er sum gras og øll tess dýrd sum blóma á grasi; grasið følnar og blóman fellur av; men orð Harrans varir um allar ævir. Og hetta er tað orðið, sum er tykkum boðað í gleðiboðskapinum. ” 1.Pet.1,24-25

Hetta er ein sannleiki, sum stríð og bardagi móti Halguskrift ígjøgnum allar øldirnar, aldri nakrantíð hava verið førar fyri at broyta, tí Orð Guds livir við sama lag enn tann dag í dag.
E.Campbell umsetti