Bíbliunnar profetiir og heilaga landið

H.K.Neerskov
Longu í 1.Mós.12,7 sigur Gud við Ábraham: “Tá birtist Harrin fyri honum og segði: »Eftirkomarum tínum vil eg geva hetta landið.« Hann reisti tá Harranum altar, har sum hann hevði birtst fyri honum. ” Gud gjørdi eisini av út í odd og egg, hvussu stórt landið skuldi vera, tá ið Hann av nýggjum opinberaði seg fyri Ábrahami(1.Mós.15,18) og segði: “Á tí degi gjørdi Harrin sáttmála við Ábram og mælti: »Tínum eftirkomarum gevi eg hetta landið, frá Egyptalands á og alt at stóránni, ánni Eufrat: ” (Egyptalands á er ikki Níláin, men ein lítil á á Sinaihálvoynni. Henda áin rennur út í Miðalhavið 50km sunnanfyri Gaza.

Gud hevur eisini gjølla tilskilað, hvussu leingi eftirkomarar Ábrahams skuldu eiga landið: “Og eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg land útiseturs tíns, alt Kánáanland sum æviga ogn, og eg skal vera Guð teirra.« ” 1.Mós.17,8)

Seinni gav Gud Ísaki, soni Ábrahams, sama lyftið(1.Mós.26,3), og Jákup, sonur Ísaks, fekk staðfest lyftið, tá ið hann vendir heim eftir at hava verið 20 ár hjá Labani.(1.Mós.35,12).

Tá ið jødar høvdu verið uml.400 ár í Egyptalandi, kallar Gud Móses at føra fólkið aftur til Lovaða landið. Mong hundrað ár seinni endurtekur Gud lyfti sítt til Ísraels fólk(5.Mós.9,5): “tað er ikki vegna rættlæti títt ella vegna reinmeinta hjarta títt, at tú kemur inn í hetta land og fært tað til ognar; men vegna gudloysi hesa tjóða hevur Harrin, Guð tín, rikið tær burtur undan tær til tess at halda tað, sum hann svór fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi. ”

Tá ið tað ræður um son Ábrahams, Ísmael, sum hann fekk við Hágari, trælkonuni hjá Sáru, og haðani arábar eru ættaðir, so hevur Gud eisini givið greiðar profetiir um hann og eftirkomarar hansara. Ábraham var blivin 100 ár og helt ikki, at hann kundi fáa fleiri børn, tí kona hansara, Sára var uml. 90 ár. Tí bað Ábraham Gud lata Ísmael “arva” lyftini, sum ættin skuldi fáa: “Tá fell Ábraham fram á ásjón sína og læði og hugsaði við sær: »Man hundrað ára gamal maður fáa barn, ella Sára, sum er níti ár, føða?« Tí segði Ábraham við Guð: »Gævi, at Ísmael mátti liva fyri ásjón tíni!« Men Guð svaraði: »Nei, Sára, kona tín, skal føða tær son, ið tú skalt nevna Ísak; við hann vil eg gera sáttmála mín, ævigan sáttmála fyri eftirkomarar hansara eftir hann. Men viðvíkjandi Ísmaeli havi eg bønhoyrt teg; eg vil vælsigna hann og lata hann nørast og fjølgast í stórum; tólv høvdingar skal hann gita; og eg skal gera hann til mikla tjóð. Men mín sáttmála geri eg við Ísak, ið Sára man føða tær um hetta mundið aftur í ársmótið.«” (1.Mós.17,19-21).

Guds orð sigur altso greitt, at Gud eisini vil vælsigna arábar og gera teir til eitt stórt fólk. Tað lyftið hevur Gud hildið, men tá ið tað ræður um Heilaga landið, so er lyftið skilliga givið Ábrahami, Ísaki og Jákupi og eftirkomarum teirra, meðan Ísmael heilt greitt sambært Skriftina ongar vónir kann gera sær her.

So leypa vit fram til okkara dagar: “Sí, tí skulu dagar koma, sigur Harrin, at tað ikki meira skal verða sagt: So satt sum Harrin livir, ið leiddi Ísraelsmenn út úr Egyptalandi! – men: So satt sum Harrin livir, ið leiddi Ísraelsmenn út úr
norðurlandinum og úr øllum teimum londum, hagar sum hann hevði rikið teir. Og eg man flyta teir heim aftur í land teirra, sum eg gav fedrum teirra. ” Jer.16,14-15.
Her er talan um Norðurlond og øll hini londini, og tá ið jødar hesa seinastu ferðina vendu aftur til Heilaga landið, komu teir fyrst og fremst úr Russlandi og Eysturevropa, sum liggja norðanfyri Ísrael.

Tað er eisini áhugavert at gera sær far, at profeturin Jesaja í kap.60 talar um komandi dýrd Jerúsalems og um, at jødarnir skulu savnast her, og at skip skulu føra synir úr fjarløgdum londum, og at teir skulu koma flúgvandi sum dúgvur til búr síni. Tað er ikki hent, fyrr enn flogfarið varð uppfunnið.

“… Hetta er fólk Harrans, og tó noyddust teir at fara burtur úr landi sínum!…So sigur Harrin, drottin: Tað er ikki tykkara vegna, hús Ísraels, at eg taki mær um reiggj, men heldur vegna mítt heilaga navn … Eg man taka tykkum burtur úr tjóðunum og savna tykkum saman úr londunum og flyta tykkum heim aftur í land tykkara. … Eg gevi tykkum nýtt hjarta og leggi nýggjan anda tykkum í bróst; steinhjartað taki eg burtur úr likami tykkara og gevi tykkum hjarta av holdi. Anda mín leggi eg tykkum í bróst og fái tað so í lag, at tit fara eftir fyriskipanum mínum og varðveita boðorð míni og halda tey. Tit skulu búgva í tí landinum, sum eg gav fedrum tykkara, og tit skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Guð tykkara. ” Ez.36,20-28

Í tí næsta kapitlinum lesa vit: “Teir skulu búgva í tí landinum, sum eg gav tænara mínum Jákupi, og sum fedrar teirra búðu í; teir og børn teirra og barnabørn skulu búgva í tí allar ævir; og tænari mín Dávid skal vera høvdingi teirra ævinliga. ”

Hetta stykkið er umsett úr bókini: “Hvem tilhører det Hellige land.” Vit vita tað, at Jesus verður kallaður Dávidssonurin. Kanska verða hesi profetaorðini uppfylt nú í 21.øld.
E.Campbell umsetti