Bjargaðir úr eldslogunum

„Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Guð, men at hann elskaði okkum
og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara. “
1.Jóh.4,10

Ein kona vitnaði niðri á Blákross kaféini:
„Í 1977 var eg í Danmark, og eg kom aftur til Føroya við einum
ferðamannaskipi. Veðrið var av tí allarbesta. Brádliga rópar skiparin
gjøgnum hátalaran, at teir fara at broyta kósina eitt sindur, tí eitt skip er í
neyð, eldur er komin í. Skipið var Ranafossur.

Úti í havsbrúnni sást nógvur roykur, og tá ið vit nærkaðust, sóust
eldlogarnir toyggja seg móti himli. Menninir høvdu trunkað seg saman
frammi í gron. Logarnir sleiktu upp eftir brúnni, og øll brúgvin stóð í
ljósum loga. Alt í einum brotnaði brúgvin og sakk niður í logarnar.

Skiparin setti ein bjargingarbát út, og vit ferðafólkini sóu, hvussu ein
maður fyri og annar eftir varð loraður niður í bátin. Tá ið teir vóru komnir
upp á dekkið á ferðamannaskipinum, rópti skiparin: ”Eru nú allir her?”

Hatta rópið er ongantíð farið frá mær: ”Eru nú allir her?”

Hvussu er við okkum, rópa vit varskó til okkara medmenniskju? Um tey
ikki eiga Jesus, so eru tey í líka stórum vanda, sum menninir umborð á
Ranafossi. Bjargingin er Jesus. Vit mugu yvirgeva okkum til hansara við
lív og sál. Hann hevur rindað fyri allar heimsins syndir. Bjóða honum inn í
títt hjarta sum Harra og Frelsara. Legg tína lítlu hond í hansara stóru. So
leiðir hann teg trygt heim í himmalin.”
Effie Campbell