Blóð Jesu reinsar frá allari synd
”Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.”
1.Jóh.1,7
Í Indien stóð ein maður og lurtaði eftir einum trúboðara, sum prædikaði um tekstin í 1.Jóh.1,7: ”blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.”
Tá prædikan var liðug, fóru øll heim uttan hesin maður. Hann gekk stillisliga yvir imóti trúboðaranum og spurdi hann:
”Reinsar blóð Jesu frá allari synd?”
”Ja” kom svarið.
”Reinsar tað eisini einum drápsmanni frá hansara synd?”
”Ja,” svaraði talarin, ”Jesu blóð reinsar frá allari synd.”
”Reinsar Jesu blóð eisini frá tveimum drápum?”
”Ja, eisini frá tveimum drápum,” ljóðaði svarið.
”Eg eri ein drápsmaður,” segði maðurin, ”og eg havi gjørt alt fyri at blíðka gudarnar, men eg eri enn ólukkuligur. Um tað er satt, sum tú her sigur frá, at Jesu blóð kann reinsa meg, so vil eg trúgva á hann.”
”Hesin maður kom veruliga til trúgv á Jesus, og hansara seinni lívsleið vísti, at tað her var talan um eina sanna trúgv.
”Kirkeklokken” EC oversatte