Bókanna Bók
„Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, “
Róm.3,23
Bert ein bók
Tá skotski rithøvundurin, Walther Scott, lá á deyðastrá, segði hann við dóttur sína, ið sat við songina. „Gev mær Bókina!“
„Hvørja?“ spurdi hon. Bókahyllarnar vóru jú fyltar av bókum. „Tað er bert ein!“ svaraði Scott. „Tað er Bíblian!“
Ja, tá alt kemur til alt, so er tað bert hin eina bókin!
Bíblian – ein livandi eind
Bíblian er ein heild“, ein livandi vera. Eins og likamið forbløðir, um ein partur verður skorin av, so „forbløðir Bíblian“, um ein partur av henni verður skorin av.
Men teir „skurðlæknar“, ið ummæla Bíbliuna, teir siga, at teir bert skera ta burtur, sum hevur lítið og onki at siga.
Orðið um Kristus og frelsuna verður ikki nortið við, men úrslitið verður ein kristindómur uttan Kristus – uttan veking og lív!
Bíblian er skrivað av fólki við ymsum útbúgvingum
Teir, ið hava skrivað, vóru: kongar, forsetar, prestar, herhøvdingar, vísmenn, tónleikaleiðarar, fiskimenn, bøndur, hyrðar o.a.
Hon er skrivað ymsastaðni
Bíblian er skrivað í oyðimerkrum, í templum, í kongsborgum, í fangahúsum, í neyðarsligum smáttum, á ferðum og í útlegd langt frá heimlandinum.
Bókin er skrivað í 1500 ár
Kortini gjørdist tað til eina bók!
Men hon gjørdist meir enn tað. Hon gjørdist til eina eind, har „hvørt einasta lítla tannhjól passar neyvt til, eins og eitt urverk.“
Eitt ævinleikaur, ið ongantíð skal trekkjast upp, ongantíð umvælast, ongantíð nútímansgerast!
Hon passar til allar tíðir og vísir, hvat klokkan er!
Bíblian er bókin fyri øll
Ikki bert passar hon til allar tíðir, men hon er eisini til øll fólkasløg og allar etniskar bólkar og til øll tungumál, stutt sagt til øll menniskju saman hvør upprunin er, litir, tjóðskapur, útbúgving, áhugi, aldur ella kyn. Róm.3,23.
Frá ”Bibelen gennem tiderne”. V. Munch. E. Campbell oversatte
Edvard Poulsen

