Bókanna Bók
“ … tí at eingin munur er. Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, ”
Róm.3,22-23
Bert ein bók
Um tað mundið, tá skotski høvundurin, Walter Scott lá til tað síðsta, segði hann við dóttur sína, sum sat við song hansara. “Gev mær bókina!”
“Hvørja bók?” spurdi hon. Bókahyllarnar vóru á tremur við bókum. “Tað er bert ein bók,” svaraði Scott. “Tað er Bíblian!”
Jú satt er, tá alt kemur til alt, tá er bert tann eina bókin!
Bíblian – ein livandi heild
Bíblian er ein heild – ein livandi vera. Júst á sama hátt sum likamið bløðir til deyða, ella forbløðir, um ein partur verður skorin av, soleiðis forbløðir Bíblian eisini, um ein partur verður skorin burtur av henni.
Men “skurðlæknarnir” te. Bíbliuserfrøðingarnir hava bert ætlanir at skera tað burtur, sum ikki hevur tann stóra týdningin, tá ið teir fara gjøgnum bókina. Kristi orð og frelsuna hava teir ikki nortið við, men úrslitið verður ein kristindómur uttan Kristus – uttan veking og lív!
Bíblian varð skrivað av monnum við ymiskum útbúgvingum
Teir sum skrivaðu vóru: kongar, forsetar, ráðharrar, herovastar, vísmenn, tónleikarar, stjórar, fiskimenn, bóndur, hirðar og mong onnur.
Hon er skrivað á ymiskum økjum
Tað er í oyðimørkum, í templum, í kongaligum borgum, í fangahúsum, í fátøkum smáttum, á ferðum og í útlegd langt heiman.
Bókin varð skrivað niður upp á eitt 1000 ára tíðarspenni
Kortini er tað ein heild, EIN BÒK!
Tó er hon meira enn tað. Tað er ein skipan, har “hvør evalítil partur” passar neyvt saman eins og smálutirnir í einum urverki!.
Ein ævinligt varandi urskipan, ið ikki hevur tørv á at verða trekt upp, eins og ein klokka, ein skipan, ið ikki hevur fyri neyðini at verða umvælt, og sum heldur ikki hevur fyri neyðini at verða nútímansgjørd. Bíblian passar inn og hóskar til allar tíðir og vísir, hvat klokkan er!
Bókin er bókin til øll
Ikki bert hóskar hon til allar tíðir, men hon passar eisini til allar tjóðir, etniskar bólkar og øll tungumál, til øll menniskju, sama hvør er upprunin, liturin, tjóðskapurin, stætturin, útbúgvingin, áhugin, aldurin og kynið. Róm.3,23
Úr “The Bible through the ages.” V.Munch. E.Campbell umsetti
Edvard Poulsen

