Bøn eftir vilja Guds
„komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; “
Matt. 6,10
Jesus hevur við sínum „Faðirvár“ lært okkum at biðja: verði vilji tín. Um vit biðja hesa bøn av hjarta, so verða vit í sannleika eydnusom, tí Gud hevur eina ætlan við okkum. Í Jeremias 29,11 lesa vit: „Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð. “
Gud veit jú, hvat fer at henda í morgin og ovurmorgin, tí er tað eisini best at lata hann velja fyri okkum. Vilji hansara er altíð hin besti.
Tað stóð einaferð í eini bók um eina mammu, ið sleyrdi út í luftina við knýttum nevum. Hon kravdi, at Gud skuldi grøða hennara doyggjandi barn. Barnið slapp við lívinum. Men henda óvísa mamman skuldi seinni koma at síggja son sín missa lívið sum ein vanligur brotsmaður.
Eg havi eisini hoyrt um nakrar danskar prestar, ið búðu her í Føroyum fyri mongum árum síðan. Teirra lítli sonur lá fyri deyðanum. Meðan tey bíðaðu eftir læknanum, fór mamman inn í eitt kamar at biðja. Sonurin styrknaði og kom seg, men gjørdist álvarliga evnaveikur. Tá játtaði mamman, at hon IKKI hevði biðið: „Verði vilji tín“ men hevði í staðin kroyst sín egna vilja ígjøgnum.
E.Campbell
Edvard Poulsen

