Bøn har ringarnir breiða seg
”Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini. ”
Róm.12,12
Tá tú blakar ein stein út í eina tjørn, so breiða ringarnir seg. David Yonggi Cho rópar eina bøn fyri eina ”bøn, har ringarnir breiða seg”. Hann sigur soleiðis:
”Tá vit biðja hetta slag av bønum, so eiga vit at byrja við okkum sjálvum. Bið fyri tínum egna lívi í Kristi, bið um meir av náði hans og vælsignilsi og fyri ymsu tørvunum og trupulleikar. Tú eigur at biðja erligt vent til Gud fyri hesum tørvi.
Tá tú hevur biðið til Guds fyri tínum egna tørvi, so kanst tú byrja at biðja fyri tínum nærmastu: tín hjúnafelagi, hansara ella hennara trúarlív, hansara ella hennara tørv og heilsu. Bið harnæst fyri tínum børnum, tínum foreldrum og abbum og ommum, um tey enn eru á lívi. Harnæst kanst tú biðja fyri tínum brøðrum og systrum og tørvi teirra.
Tá tú hevur biðið fyri tínum nærmastu, so kanst tú biðja fyri skyldfólki og vinum. Bið um frelsu og alt tað, tey hava tørv á. Bið um, at signing Harrans má hvíla yvir teimum.
Tá tú hevur biðið fyri øllum hesum, so kanst tú flyta teg yvir í eitt heilt annað øki: títt land, býurin har tú býrt, leiðarar og landsmenn tínar. Bið for stjórn og tinginum, at løgmaður má uppliva gudsótta og vera trúgvur í gerningi sínum.
Tá tú hevur biðið fyri landi og fólki, so kanst tú fara enn longur og biðja fyri grannalondunum. Tá vit biðja fyri frelsu fyri alla mannaættina, so eru vit við til at skunda undir komu Harrans.”
E.Campbell umsetti