Bønarkrókurin hjá Irenu(1)
„Og hann kemur til lærusveinarnar og hittir teir sovandi, og hann sigur við Pætur: »So vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær! “
Matt.26,40
Irene Krokeide Alnes sang í mong ár saman við Marit Stokken. Tær vóru væl kendar í Føroyum. Irene hevur byrjað eina sending í Bedehuskanalen, sum kallast „Irenes bønnekrok“. Hon hevur altíð ein gest við í sendingini.
Eitt kvøldið var Håkon C. Hartvedt gestur. Hann presenteraði seg sum „Visergut for Jesus“, og so helt hann fram: „Sagt er, at tað, sum kann bjarga tjóðini eru møður og ommur, sum læra børnini at biðja. Susanne Westley átti nógv børn, og tey høvdu eisini mist fleiri børn. Hon bað hvønn dag í ein tíma fyri hvørjum einstøkum barni.
Tað gjørdi hon, meðan hon gjørdi húsarbeiði, og vit vita, hvat ið spurdist burtur úr tí. Synirnir John og Charles Westley byrjaðu methodistakirkjuna.“ „Håkon, tú býrt uttan fyri Bergen, á Fitjar. Har er nógv bøn.“ sigur Irene. – „Ja, har verður biðið 7 X 24.
Fólk skriva seg upp á ein lista til tað, sum hóskar fyri tey, t.d. eru tað eini hjún, har konan biður í 15 min. So tekur maðurin yvir og biður í 15 min. Tað ger stóran mun á møtunum, tað merkist týðiliga. Tey, sum biðja saman, kjakast ið hvussu er ikki tá. Eg las bókina hjá Aril Edvardsen „Timen, som forandrer verden (og deg selv)“.
Tað hevði stóra ávirkan á meg. Í Matt. 26,40 sigur Jesus: „So vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær.“ Loynikamarið eru tey minst brúktu forrættindi hjá tí kristna.
Framhald …
Edvard Poulsen

