Bønarkvinnur

„tí at eg man hella út vatn yvir tað tystandi land og áarstreymar yvir turrlendið, úthelli anda mín yvir ætt tína og signing mína yvir avkom títt,“
Jes.44,3

 

 

Í hinum endanum av býnum búðu tvær eldri systrar, ið hoyrdu til kirkjusamkomuna. Tann eina var 82 og hin 84 ára gomul. Tær høvdu gjørt eina avtalu, ein sáttmála við Gud. Tær lógu so langar tær vóru á gólvinum í lítlu stovuni. Tær vóru ikki farnar til songar, tí hvussu skuldu tær kunnað sovið, tá so nógvar sálir vóru á glatanarveg, og ungdómurin kendi ikki Gud.

 

Klokkan 2.30 sama morgun, tá Gud greip inn í veldiga mátti sínum, vórðu tær sannførdar um, at Gud fór at „ … hella út vatn yvir tað tystandi land og áarstreymar yvir turrlendið …,

 

Gud vísti tí eini systrini í einum sjón, at menniskju í hundraðtali vórðu vunnin fyri Guds ríki, kirkjurnar fóru at vera fullar, og hon sá Lambið á trónu síni við lyklum himmiríkisins í sínum hondum.

 

Tær bóðu nú prestin í Lewis um beinanvegin at senda nøkur fólk til Edinburgh fyri at biðja prestin í trúarmissiónini, Duncan Campbell um at koma til Lewis.

 

Campbell sigur, at hann undraðist um, at Harrin bað hann fara avstað til Hebridurnar. Men hann var lýðin. Sagt verður, at vekingin kom til Lewis í somu løtu Lewis kom til Hebridurnar. Men sjálvur sigur hann, at vekingin kom til Lewis, áðrenn hann kom. Vekingin byrjaði í bønarbólkinum, íð vágaði at trúgva, at Gud fór at halda lyfti síni.

Ec umsetti