Bønartænastan
”Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. ”
Matt.7,7
Hetta stykkið er niðurskrivað eftir frásøgn Jonu Henriksens.
Ein trúgvandi norðmaður gekk fyri nøkrum árum síðani runt í Oslo og seldi kristnar bøkur. Hann gekk upp og niður gjøgnum nógvar trappur frá hurð til hurð og bankaði uppá og bjóðaði sínar bøkur fram.
Einaferð kom hann til eina hurð, sum var ovast uppi undir takinum. Hann bankaði uppá, men eingin svaraði. So tók hann í hurðina. Hon var ólæst, og tí fór hann bara inn. Har inni lá ein gomul kona í einari song úti undir væðingini. Hon var ógvuliga sjúk og slapp ikki úr songini. Hann segði henni ørindi síni, og hon vildi fegin keypa nakrar bøkur frá honum, tí hon var eisini trúgvandi.
Maðurin sá eina rúgvu av avísútklippum og smáum seðlum, sum vóru heft upp á veggin uppi yvir songini við teknistiftum og knappanálum, og beint sum hann stóð og hugdi at hesum, ringdi vekjaraklokkan á náttborðinum.
„Bíða mær eina løtu, far ikki enn,“ segði konan og helt saman hendur og fór at biðja fyri einum møti. Hon bað so inniliga fyri talaranum, at Gud mátti geva honum hin rætta tekstin til hetta møtið og salva hann, so hann kundi boða orðið í anda og kraft og sannleika. Síðani bað konan Gud um at draga menniskju inn undir orðið, at fólk máttu streyma til, so at salurin kundi gerast fullur, og at tey øll máttu fara vælsignað heim aftur og hava fingið tað, ið Harrin hevði ætlað teimum.
Hesin maðurin bleiv so gripin av hesi brennandi bønini. Hann sat eina løtu stillur, so spurdi hann, meðan hann peikaði upp á veggin: „Eru hatta kunngerðir um møti og gudstænastur, sum tygum biðja fyri?“
„Ja,“ svaraði konan. „Vinfólk støkka inn á gólvið við seðlum og kunngerðum. Eg hefti alt upp á veggin og seti vekjaraklokkuna at ringja, so eg ikki skal gloyma at biðja, tá ið møtið verður.“
Konan fór nú at siga frá, hvussu hon hevði verið ein ágrýtin arbeiðari í Guds víngarði. Hon hevði verið so íðin og fingið eina rúgvu á skaftið. Men brádliga gjørdist hon álvarsliga sjúk og legðist á songina. Hon skilti einki av øllum og fór at illneitast inn á Harran. „Harri,“ segði hon, „hví letur tú meg liggja her, eg, sum havi arbeitt so nógv fyri teg. Tú kanst ikki vera meg fyri uttan. Her geri eg onga nyttu.“
Men tíðin leið, og hon batnaði ikki. Tá stóð tað so klárt og greitt fyri henni, hvat ið tað var, Harrin vildi henni. Hann hevði sett hana til viks, so hon skuldi fáa stundir at hugsa seg um. Hann hevði givið henni eina nýggja tænastu, bønartænastuna. Hana hevði hon misrøkt, tá ið hon hevði heilsuna.
„Eg eri trúgvandi,“ svaraði maðurin, „men eg kom á gátt hjá tygum og segði ikki eitt einast Guds orðið.“
„Ja,“ svaraði konan, „tá ið tygum ganga runt og selja, skulu tygum geva teimum eitt Guds orð og kanska biðja eina bøn fyri teimum, um tey ynskja tað.“
Tá ið maðurin fór avstað aftur, hugsaði hann: „Nú veit eg, hví tey kristiligu møtini her í býnum eru so ríkt vælsignað. Tey verða borin uppi á bønarveingjum.“
Effie Campbell umsetti.