Dreymurin leiddi til frelsu
”Tí at vissuliga talar Guð bæði á ein og annan hátt, men menn geva tí ongan ans. Í dreymum, í náttarsjónum, tá ið tungur svøvnur er fallin á menn, og teir liggja og dúra í rekkjum sínum,”
Job 33,14
”Men tá ið Jósef vaknaði upp úr svøvni, gjørdi hann, soleiðis sum eingil Harrans hevði boðið honum, og tók konu sína til sín. ”
Matt.1,24
Flestøll menniskju uppliva í minsta lagi einaferð í lívinum, at droyma á ein heilt serligan hátt. Dreymurin tykist so livandi, at tey halda eg hava upplivað alla hendingina. Ofta kemur tað eisini fram seinni, at dreymurin hevur okkurt við veruleikan at gera! Ein slíkur dreymur leiddi fyri nøkrum árum síðan til, at eini ung norsk hjún vórðu umvend til Jesus. Tað er mamman hjá kvinnuni, ið sigur frá hesi hending…
Dóttir mín og maður hennara vóru einaferð játtandi kristin. Men sum tíðin gekk gjørdust tey alt meira dølsk, líkasæl og verðslig í trúnni. Trúgvin doyði so við og við heilt út hjá teimum og hevði nærum ongan áhuga longur…
Men eina náttina droymdi dótturin ein dreym. Hon og maðurin gingu eftir einum vegi, og lítla barn teirra varð skumpað fram í ein barnavogn. Brádliga hoyrdi hon sang og tónleik. Nakað so yndisligt og vakurt hevði hon aldri hoyrt áður. Hon skilti, at hetta ver henni ógjørligt at greiða frá. Teir mest undurfullu tónarnir í fullkomnum samljóði ”sveimaðu” um hana og fyltu alla luftina!
Við eitt skilti hon, at alt hetta kom úr erva. Stutt aftaná hoyrdi hon eitt ómetaliga stórt kór blanda seg við himmalska tónleikin.
Meðan hon soleiðis stendur og lurtar hoyrdi hon fleiri kendar røddir í hesum kóri – millum aðrar kendi hon røddina hjá egnu mammu síni aftur! Tá skilti hon alt fyri eitt, hvat nú skuldi fara fram. Jesus var komin til jarðar fyri at heinta síni og leiða tey heim til himmals!
Hetta skilti hon ikki fyrr enn hon kendi á sær, at hon sjálv varð lyft upp fyri at møta Harranum. Men hon kom bert eitt sindur upp. Okkurt í henni var ikki soleiðis, sum tað átti at vera.
Og eftir stuttari tíð datt hon spakuliga niður og lendi aftur á vegnum. Har sá hon manni sínum. Hann varð heldur ikki tikin við. So rann hon skjótt yvir til barnavognin fyri at hyggja til lítla ”Nette”. Men hon fekk ein risastóran skelk. Gentan var horvin! Jesus hevði tikið barnið við sær!
Grátandi og heilt frá sær sjálvari stóðu tey einsamøll eftir har við vegin. Sum tíðin gekk komu alt fleiri fólk mótvegis teimum. Øll somul hørm og í djúpastu neyð. Jesus hevði verið her fyri at heinta síni, og tey vóru nú tey eftirsitandi. Nú var OV SEINT. Tann myrkasta náttin var við at leggja seg um allan heimin
Dóttir mín vaknaði grátandi og í myrkasta vónloysi. Skelkað yvir hesa hending vakti hon beinanvegin mann sín og segði honum frá øllum. Hon hevði ikki bert ”droymt okkurt!” Nei, hon hevði í veruleikanum gjøgnumlivað okkurt – okkurt, hon aldri aftur vildi vága at skula uppliva enn einaferð.
Tveir dagar eftir hetta tóku hesi hjún avgerðina og valdu Jesus heilt og fult. Nú ganga hesi hjún á ”vegnum” í felag við Frelsara og Harra teirra, til reiðar til Harrans snarligu afturkomu.
”Tá birtist Harrin fyri Sálomoni í dreymum á nátt. Og Guð segði: »Hvat tú vilt hava, vil eg geva tær.« ” 1.Kong.3,5
E. Campbell oversatte