Dreymurin

„… við tað at teir av nýggjum krossfesta sær sjálvum Guds son og gera hann til spott.“
Hebr. 6,6.

 

Ein maður, sum kallaðist Alexander og búði í Skotlandi, lá eina náttina og droymdi. Hann stunaði og eymkaði seg í dreymi, so konan at enda skumpaði undir hann og spurdi, hvat ið hann droymdi, síðani hann gav seg so. „Á,“ segði hann, „eg havi havt ein ræðuligan dreym. Eg droymdi, at eg var staddur inni í landshøvdingaborgini, tá ið Pilatus tók Jesus í forhoyr.

 

Á, tað var ræðuligt, hermenninir tóku eina tornakrúnu og trýstu hana niður yvir høvur hansara. Tornarnir stungu seg inn í høvdið, og eg sá blóðið renna oman eftir andliti hansara. Teir spýttu á hann og slerdu hann í andlitið.

 

So kom ein stórur, førur hermaður har, og hann hevði ein langan koyril í hondini, sum hann læt súsa niður yvir Jesus. Koyrilin beit seg inn í ryggin og læt eitt opið sár eftir sær, og eg sá, hvussu blóðið fleyt niður eftir likami hansara. Ferð eftir ferð læt hann koyrilin súsa gjøgnum luftina niður yvir Jesus. Men Jesus segði einki.

 

At enda orkaði eg ikki longur, men rópti: „Steðga, steðga, tú mást ikki sláa hann meir!“ Men hermaðurin lætst ikki um vón. Eg leyp yvir til hansara og skuldi skræða koyrilin út úr hondini á honum, men til onga nyttu. So royndi eg at snara hermanninum á, so eg kundi síggja andlit hansara. At endanum eydnaðist tað. Á,“ suffaði Alexander og turkaði sveittan av pannuni, „veitst tú, hvønn eg sá? – Meg sjálvan! Hermaðurin var eg sjálvur. Á, sum tað var ræðuligt!“

 

Veitst tú, at Jesus pínist enn? Hvørja ferð, vit lúgva, stjala ella eru ónd móti okkara medmenniskjum, pínist Jesus. Hann hevur sjálvur sagt: „Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.“ Matt. 25,40. Slært tú eitt menniskja, so er tað Jesus, tú hevur sligið. Lýgur tú um onkran, so er tað Jesus, sum pínist av hesum.

 

Men Jesus elskar okkum øll. Hann læt ikki upp munn sín móti hermanninum, sum sló hann. Hann er kærleiki. Kom tí til hansara, júst sum tú ert, við øllum tínum brekum og tínari neyð. Hann tekur ímóti tær, fyrigevur tær, gevur lívi tínum innihald og gevur tær kraft at liva fyri seg.

Effie Campbell umsetti.