Drongurin ið varð bitin av eini slangu

”Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur.”
Sálmur 46,2

 

 

Pápi Aron býr á eini missiónsstøð í Afrika. Aron kom trúliga til barnamøti á missiónsstøðini.

 

Tá hann kom úr skúlanum plagdi hann at ansa geitunum hjá pápanum saman við einum øðrum drongi. Einaferð um 14-tíðina hevði hann lagt seg so langur hann var á lítlu gøtuna í skóginum, meðan hin drongurin hugdi eftir geitunum.

 

Brádliga fleyg Aron upp. Hann var blivin bitin í hondina av onkrum. Hann rópti hin drongin, ið skundaði sær til hansara. Tá hann nærkaðist sá hann í endasporlið á eini sera vandamiklari eiturslangu, ið smeyg sær burtur millum runnarnar.

 

Aron fekk sera ilt í hondina, og dreingirnir skundaðu sær at renna heim til húsið hjá pápa Aron. Aron gjørdist sera sjúkur og foreldur hansara stúrdu fyri, at hann ikki fór at klára tað og sostatt doyði vegna slangubitið. Tey fóru við nógvari ferð til nærmast býin fyri at søkja sær læknahjálp, men tíverri var eingin heilivágur móti slangubiti at fáa har.

 

Hondin bólgnaði upp, og hann fekk eitt opið sár, og allir fingrarnir gjørdust heilt stívir. Eina viku aftaná, at hann varð bitin av slanguni skuldi hann skifta bind. Pínan var øgilig! Tárini runnu honum niður eftir kinn, og hann græt leingi aftaná. Men Gud hjálpti honum at koma seg, hóast fingrarnir enn eru rættiliga stívir. So vandamikið er tað altso at verða bitin av eini eiturslangu.

 

Vit eru øll somul blivin bitin av eini slangu, og henda slangan er, Satan. Tí býr eisini syndin innaní okkum og gevur okkum nógvar kvalir og pínu. Men Jesus sigraði á slanguni, og hvør tann, ið biður um hjálp, verður frelstur úr syndaranna mátti og óndskapi. Hvat er tað gott, at afrikanarar eisini hava lært Jesus at kenna sum Frelsara teirra.
E.Campbell umsetti