Dupult adressa
”Fegnast og gleð teg, tú Zions dóttir, tí sí, eg komi og taki upp bústað í miðjari tær, sigur Harrin.«”
Zak.2,14
Johnn Hardang
Hvar býr Gud? Ja, hann hevur dupulta adressu. Hann býr í Himli, og hann býr í hjartanum hjá teimum, sum bjóða honum inn. Hetta boðar Zakarja eisini: „Eg komi og taki upp bústað í miðjari tær, sigur Harrin.“ (Zak. 2,14).
Jesaja 57,15 sigur okkum eisini hesa dupulta adressuna: „Eg búgvi á høgum, heilagum staði, hjá hinum sundurbrotna, hvørs hugur er niðurnívdur, til tess at lívga hug hinna niðurnívdu og hjarta hinna sundurbrotnu.“ Hjá tí, sum tað ikki lukkaðist so væl fyri her í lívinum, og sum er sundurknústur um tað, hjá tí vil Harrin búgva, um tey loyva honum. Tí „Hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.“ (Jes. 53,5). Effie Campbell umsetti