Dupulti borgarskapurin

 

”Teir siga: »Keisarans.« Tá sigur hann við teir: »Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!« ”
Matt.22,21

 

Sagt verður um ein prædikumann úr teim ”góðu” gomlu døgunum, at hann einaferð á einum møti hevði avmyndað himmalska staðin fyri áhoyrarunum. Síðani bað hann øll, sum vildu sleppa í himmalin, um at rætta hondina upp uttan ein, sum sat á fremsta bonki. Prædikumaðurin tagdi eina løtu, men so peikaði hann á mannin og spurdi: ”Vilt tú ikki við til himmals?” ”Sjálvandi,” svaraði maðurin róliga, ”men ikki saman við hasum fólkunum!”

Ein ógvislig søga, men hon kann nýtast sum ávaring fyri kristin og kirkjulið, sum eru vorðin so himmalvend, at tey gloyma sína samfelagsábyrgd og síni medmenniskju, meðan tey liva her á jørð.

Mótstøðumenn Jesu høvdu lagt upp ráð um at seta hann fastan í orðum. Teir spyrja, um tað er beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki. Jødar høvdu skyldu at gjalda rómverjum skatt, tí teir høvdu hersett land teirra. Um hann hevði svarað, at ikki var beint at gjalda skatt, hevði hersetingarvaldið sett hann fastan, hevði hann harafturímóti svarað, at skattur skuldi gjaldast, høvdu nógvir av áhoyrarunum farið frá honum, tí ein sannur jødi metti Gud sum tann einasta veruliga kongin, og tann, sum lat skatt til ein annan ”kong” vanvirdi Gud. Tí hildu teir seg hava lokkað Jesus í eina fellu.

Men Jesus var vísur. Hann bað teir vísa sær ein denar. Mynd keisarans stóð á honum. ”Gevið keisaranum hann aftur” segði Jesus, ”tí hann eigur hann. Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gud tað, ið Guds er.” Jesus kendi seg ikki hevjaðan upp um samfelagið. Tað var hykli og falsi, hann vildi beina fyri. Og her setir hann fram eina grundreglu.

Ein og hvør kristin hevur ein dupultan borgarskap. Hann hoyrir heima í tí landi, sum hann býr í. Tað kann vera í Føroyum, Japan ella Argentina. Hann skyldar landi sínum tað, sum borgarskapurin har áleggur honum, og hann skyldar grannalandi sínum eina medmenniskjaliga nærveru. Tað skapar óneyðugar trupulleikar í samfelagnum, um ein kristin ikki vil vita av skyldum sínum. Fólk við øðrum stevnumiði kunnu tá verða sett í teir sessirnar.

Men tann kristni er eisini borgari í himlinum. Hitt æviga lívið er vónin hjá tí kristna og tað, sum tann kristni hugsar og ger í samlívinum við medmenniskju síni, hevur samband við hansara komandi borgarskap. Gerningarnir skulu fylgja við, sigur Skriftin. Hesin dupulti borgarskapur ber spenningar í sær. Tað eru løtur, tá ið hin kristni kennir seg lyftan inn í ein betri heim og fegin vil geva Paulusi rætt, tá ið hann sigur seg ”hava bestan hugin at fara burtur úr likaminum og vera heima hjá Harranum.” (2.Kor.5,8) Og so eru eisini aðrar løtur, tá ið kærleikin til heim og næstringar, granna og heimbygd gerst so sterkur, at tað himmalska nærum hvørvur.

Av og á bresta hesir borgarskapir saman. Tað hendi hjá Thomas Moore, hjá Hans Nielsen Hauge, hjá mongum undir øðrum heimsbardaga og hjá stórum fjøldum, har trúarfrælsi og onnur mannarættindi verða traðkað undir fót. Her er samvitskan hjá tí einstaka tað avgerandi. Men tá ið hin kristni er sannførdur um, at okkurt má gerast, so kann hann ikki tiga. Sær hann, at okkurt í samfelagnum er ímóti Guds vilja, so má hann virka ímóti tí. Grundreglan er har, men hvussu farið verður til verka, er so ymiskt.

Hetta merkir eitt lív í spenningi. Men so skapar hesin spurningur eisini mannatypur, sum til skuldi borið at verið saman við í Himlinum.

Fedranna trúgv, Guds kongamakt
fær einaferð við trúnu lagt
stríðandi ætt av spjaddu rót,
sameind til eitt við krossins fót.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál taka ævigt búgv.