Eg bleiv ikki skild – men frelst!

”Skyldið ongum nakað uttan tað at elska hvør annan; tí at tann, sum elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina. ”
Róm.13,8

 

 

Eftir at hava verið gift í 15 ár – vit áttu ein 14 ára gamlan son – varð eg lokkað av listarbrøgdum hins ónda og vildi skiljast. Tey seinastu pappírini vóru latin inn, og eg hevði longu ætlanir um nýtt hjúnaband. Men innan í mær var aløsing og ruðuleiki. Tá hendi nakað, ein heil kollvelting. Eg tók ímóti Jesusi!

 

Laila Heimli greiðir víðari frá: Tríggjar dagar fyri hesa kollvelting í lívi mínum hendi tað, at tvær trúgvandi konur hittust í býnum. Onnur teirra var vermóðir mín. Hon segði hinari frá, at eg og maður mín Kári vóru farin hvørt frá øðrum, og at eingin vón nú var fyri hjúnalagi okkara. Men hin konan svaraði: ”Jú! Hjá Gudi er eingin søk ógjørlig. Latið okkum biðja fyri Lailu og Kára beint nú!”

 

Og so samdust tær í bøn fyri okkum, og byrðan lá tung á teimum, meðan tær stóðu har í miðbýnum í Bergen.

 

Tríggjar dagar seinni varð eg boðin á møti. Alt sovorðið var púra fremmant fyri mær, og eg ivaðist. Kortini – eftir eina samrøðu í trúnaði endaði tað við, at eg fór. Tá skilti eg ikki, at tað var Guds Andi, sum virkaði.

 

Um hesa tíðina var eitt bíbliuorð blivið livandi fyri mær. Tað komst av tí, at 14 ára gamli sonur okkara gekk til prest, meðan vit vóru sundurlisin, og ein dagin kom hann til hús við einum Nýggja Testamenti. Á fremsta blaði stóð ein heilsan og ávísing til eitt skriftstað. Eg gjørdist forvitin og fann fram hetta orðið í Róm.13,8 og las: ”Skyldið ongum nakað uttan tað at elska hvør annan …” Róm.13,8

 

Hesi orðini bæði hugtóku og plágaðu meg og fingu meg at kenna, at mín støða var uppaftur meira fløkjaslig.

 

Tá ið eg so hetta kvøldið sat á møtinum og hoyrdi sang og vitnisburðar, gjørdist eg so gripin, at eg bara græt og græt. Ein Harrans tænari kom yvir til mín og segði stillisliga: ”Ert tú ólukkulig, kæri vinur?” – Ja, viðgekk eg gjøgnum tárini. – ”Vilt tú, at vit skulu biðja fyri tær í kvøld?” – ”Ja, takk!”

 

Tað kvøldið gav eg Jesusi hjarta mítt. Eg skilti ikki nógv av tí, sum hendi; men tað hendi eitt undur, eitt frelsuundur! Tað er veruleikin. Á, sum tað er ófatiliga stórt og undurfult at sleppa at falla á knæ og gera seg lítlan og taka ímóti fyrigevandi náði og góðsku Frelsarans!

 

So skjótt eg fekk høvi til tað, segði eg manni mínum frá tí, sum hent var. Nýggja lív mítt gav mær bæði eina trongd og dirvi at siga frá tí, sum eg hevði upplivað. Kári gjørdist í fyrstuni ógvuliga bilsin. Hann var jú líka ókendur við kristna lívið, sum eg hevði verið! Tó, sjálvt um hann ikki beinanvegin kundi fylgja mær á trúarinnar vegi, fingu vit bæði gjøgnum hetta eina nýggja áskoðan á lívið og hvørt annað. Vit kvettu bæði við tey sambondini, vit høvdu fingið okkum hvør í sínum heraðshorni, og byrjaðu heilt av nýggjum. Alla æru og tøkk eigur mín Harri og Gud!

 

Eg slapp at byrja av nýggjum – bæði sum kona og mamma, í einum heilt nýggjum heimi, og nú byggja vit á trúskap og sýna hvørt øðrum álit. Og tú, sum lesur henda vitnisburð, lat meg siga tær, at maður mín nú hevur valt himmalvegin. Eg havi bíðað eftir hesum í 17 ár og biðið nógv, og tey trúgvandi hava eisni biðið! Gud eigur æruna. Í oktober 1997 høvdu vit 40 ára brúdleypsdag. Takk Gud.

 

Okkara familja varð signað við einari yndisligari dóttur dagstevndan dag eitt ár eftir, at eg bleiv frelst. Sum ein gáva frá Gudi kom hon til okkara. Í dag, 1998, er dóttir okkara sjálv mamma at okkara tveimum ommu- og abbabørnum, og fyri alt hetta takka og prísa vit Jesusi, okkara dýra Frelsara.

 

Ja, semja og sameining av nýggjum er Guds góði vilji og vegur! Men í teimum førum, har hetta ikki longur er møguligt, har stendur undir øllum umstøðum Guds Orð óvikandi fast – eisini fyri teg.

 

”Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt! Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna; ” 2.Kor.5,17-18 (eisini ”sameiningartænastuna”, bæði til Gud, Faðir okkara og millum okkum menniskju).

Effie Campbell umsetti