Eg skilji ikki bíbliuna

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

“Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum”  (Jóh 3,3)

Eg hoyrdi einaferð um ein, sum hevði verið við einum ferðalagið í Kina. Hann undaðist á, hvussu øll fólkini rundan um tey dugdu so væl kinesiskt. Uttan at hugsa seg um segði hann – ”sjálvt børnini duga flótandi Kinesiskt”. Hini í ferðalagnum kundu ikki annað enn hyggja flennandi at honum.

Flestu føroyingar halda tað vera sera torført at skilja kinesiskt. Tað eru ikki somu bókstavir, sum vit kenna til, og tí fáa vit ikki lisið, tosað ella skilt málið. Men eitt barn, ið er føtt inn í eitt kinesiskt heim, hevur eina kinesiska familju og hevur lært kinesiskt alt sítt lív, hevur ongan trupulleika við at skilja og tosað málið.

Soleiðis er eisini við tí bíbilska málinum. Bíblian hevur nógv torfør orð, torførar søgur og meiningar, men eitt barn, sum hevur gingið í sunnudagsskúla, kirkju og møti alt lívið, hevur mangan lættari við at skilja, hvat bíblian tosar um. Eitt menniskja kann ikki skilja skriftina, uttan at tað verður føtt av nýggjum inn í Guds ríki.

Tá tú gerst partur av familju Guds og tekur ímóti Heilaga Andanum, vil Andin hjálpa tær, so at tú skilir bíbliuna.