Eg smáttu veit

”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ”
Matt.11,28

 

Mitt inni í tí stóra býnum við teimum føgru granittbygningunum og teimum skínandi marmorborgunum stóð ein gomul smátta.

Henda gamla smáttan var ógvuliga fátækslig samanborin við tað stás og tað kynstur, sum tú sást kring um hana. Tað tóktist at vera eitt undur, at hon yvirhøvur kundi verða standandi uppi; líkt var til, at hon hvørja løtu kundi flakna niður. Øll høvdu eitthvørt at seta at henni fyri, ein sá eina gisnaða fjøl her, ein annar eitt hol har; altíð var eitthvørt, sum tørvaði ábøtur.

Sum ein leivd frá einari óupplýstari tíð stóð henda gamla smáttan mitt í hesum vakra og stásiliga býi. Fólk yptu akslar og kundu ikki skilja, hví smáttan kundi standa har, og tey hugsaðu: ája, men hon man fara at flakna niður av sær sjálvum!

Men henda gamla smáttan flaknaði ikki niður. Í øldir varð hon standandi. Teir reystu granittbygningarnir og tær stásiligu marmorborgirnar vóru smokkaðar og lógu í toftum, ella eisini vóru tey umbygd og vóru ikki til at kenna aftur.

Býurin broyttist við nýggjum bygningum í nýggjum stíli, men henda gamla smáttan stóð, sum hon altíð hevði staðið. Við henni var eingin broyting farin fram. Hon hevði sama stílin, sum hon hevði havt øld eftir øld. Sett varð at henni, sum tað til allar tíðir varð gjørt. Ein fann eitt brek her, ein annar fann tað har, og øll søgdu tey: ”Hvat skulu vit gera við hasa gomlu kroysuna? Hon hóskar ikki til tíðina longur; men nú kann hon ikki fara at hava leingi eftir.”

Øldirnar komu og øldirnar fóru, men smáttan varð standandi. Alt uttan um hana var flaknað niður og bygt av nýggjum, men hon stóð við sama lag. ”Hetta er eitt undur,” søgdu fólk, ”Hvussu ber tað til, at henda gamla smáttan verður standandi?”

Og fólk sóu eina sjáldsama sjón.

Úr býarinnar breiðu gøtum sum úr teimum myrku skotunum, úr vanligum húsum og heimum sum úr teim prýðiligu borgunum komu tey leitandi, tey troyttu og tey sjúku, tey, sum læknar ikki kundu lekja, tey, sum menniskju ikki kundu ugga. Tey leitaðu øll til hesa gomlu smáttuna fyri at finna hjálp – til smáttuna, sum annars var á at líta, sum hevði hon sjálv hjálp fyri neyðini.

Øll tey, sum fóru inn í smáttuna, vórðu lekt og fingu nýggja kraft. Tá ið tey komu út aftur, lýsti gleðin av andliti teirra og tey søgdu: ”Har býr Guds frelsa!”

Inni í smáttuni var ein maður. Á høvur hansara var sett ein tornakrúna, og hendur hansara bóru naglamerkir eftir krossfesting. Hann legði hendur sínar á tey sjúku og boygdi seg niður yvir ein og hvønn, sum boygdi knø við føtur hansara, og gav teimum frið og hjálp.
– – – – – –
Henda gamla smáttan, sum í mannaeygum sær gomul og ússalig út og tykist at hava so nógv brek og ikki at vera tíðarhóskandi, er hin heilaga Skriftin.

Hesari smáttu hava menniskju funnist at gjøgnum allar tíðir. Hvussu kann tað tá bera til, at hon verður standandi á grund síni millum allar teir bygningar av vísdómi, sum menniskju gjøgnum tíðirnar hava bygt uttan um hana?

Allir hesir bygningar kravdu at vera standandi til ævigar tíðir, og teir vanvirdu ta heilagu Skriftina og spáddu deyða hennara. Men teir eru sjálvir farnir. Mannaverk og mannatankar eru komin fram, men máttu ferð eftir ferð víkja fyri nýggjum mannaverki og mannatonkum.

Hin heilaga Skriftin verður standandi. Og hon stendur við opnum durum fyri øllum, sum sálarliga eru troytt og ganga undir byrðum; hon býður hvílu og frið, ljós og kraft til ein og hvønn, til mannaættina alla.
n.