Ein boðskapur av himli

„Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur; “
1.Tim.1,15

 

 

Charles Spurgeon skuldi einaferð tala í Krystallborgini í London, har stór mannamúgva fór at koma. Hann ivaðist í, um øll í hesum stóra høli fóru at vera før fyri at hoyra rødd hansara, og tí fór hann dagin fyri møtið yvir í Krystallborgina. Hann fór upp á røðarapallin og segði á sama hátt, sum hann plagdi, sáttliga og týðiliga hetta orðið:

“Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar …“ 1. Tim. 1,15

 

Hann tók orðini uppaftur einaferð afturat og fór so til hús, vísur í, at fólk fóru at hoyra hann, tá ið hann dagin eftir skuldi tala til teirra.

 

25 ár seinni varð beiggi Spurgeon biðin at koma til eitt heim, har ein smiður lá at doyggja.

 

“Ert tú fyrireikaður at doyggja, ert tú búgvin?” spurdi hann.

“Ja, tað eri eg, Gud havi lov,” svaraði hin sjúki. Og so segði hann, hvussu hann kom til trúgv. Andlitið lýsti av gleði.

 

“Eg eri útlærdu blýtekjari. Fyri mongum árum síðani arbeiddi eg uppi undir hválvinum í Krystallborgini. Tá var eg ikki kristin, eg livdi uttan at hugsa um Gud. Eg var púra einsamallur har uppi, og brádliga hoyrdi eg eina rødd. Tað ljóðaði, sum kom hon frá himli. Álvarslig og máttmikil komu orðini: “Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar.”

 

Hasi orðini sannførdu meg um synd mína og um Guds stóru náði. Eg lærdi í trúnni at líta á Jesus, og frá tí degi havi eg bygt mína ævigu vón á hann einsamallan.”

E. Campbell umsetti