Ein dag í senn
„Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu. “
Matt.6,34
Hon var vorðin einkja og sat eftir við einum flokki av smábørnum. Og tey tímiligu korini vóru eisini smá. Men hon helt seg flótandi, og tað gekk ár undan ári. Ein dagin spurdi ein gomul vinkona hana, hvussu tað hevði gingist øll hesi árini, hon hevði verið einkja. Tá smíltist hon og segði: „Á, eg havi bara verið einkja ein dag í senn.“
Vinkonan hugdi spyrjandi at henni. Tá segði hon: „Tá ið maður mín doyði, vildi tann hugsanin tyngja meg til jarðar, at eg nú skuldi vera einsamøll í lívsins bardaga. Men so mintist eg á orð Jesusar: „Verið ikki stúrnir fyri degnum í morgin!“ Hvønn morgun havi eg hugsað um hetta og roynt at gjørt skyldu mína ein dag í senn. Og soleiðis hevur gingið, við Guds hjálp.“
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

