Ein frelsari fyri øll menniskju
“… hann sigur: “Tað er ov lítið fyri teg at vera tænari mín til tess at endurreisa Jákups ættir og leiða hini varðveittu av Ísrael heim aftur; tí geri eg teg til ljós fyri heidningarnar, so at frelsa mín má røkka út um alla jørðina” (Jes 49,6).
Tað er spennandi at fylgja við, hvussu Gud fram ígjøgnum Gamla testamenti so líðandi avdúkar meira og meira um tann Messias, sum hann skal senda í heimin.
Jesaja profetur var virkin um 700 ár fyri Kristi føðing og profeteraði í fleiri umførum um ‘Harrans tænara’. Hesin gátuføri persónurin kundi at byrja við tulkast at vera fólkið Ísrael ella profeturin sjálvur, men so hvørt sum meira og meira verður sagt um Harrans tænara, er greitt, at hann vísur fram á Messias, sum koma skal. Harrans líðandi tænari.
Her sigur Harrin um tænara sín, at hann ikki einans skal endurreisa Jákups ættir og leiða tey varðveittu av Ísrael heim aftur. Tað er stórt, men kortini alt ov lítið fyri Gud! Harrans tænari skal eisini vera eitt “ljós fyri heidningunum”, so at frelsa Guds má røkka út um alla jørðina!
Vit heidningar, sum liva eftir Betlehem, Golgata og páskamorgun, kunnu frøast um og takka fyri, at ljósið eisini er komið til okkara! Gud hugsaði eisini um okkum, tá hann sendi ognarfólki sínum, jødunum, ein frelsara! Eisini okkara syndir leið hann fyri. Eisini okkum til rættvísi reis hann upp. Sum Jesaja sigur seinni um Harrans tænara: “Hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót” (Jes 53,5).