Ein kærleiksfull kirkja – við kanti
”Hetta bjóði eg tykkum, at tit skulu elska hvør annan. ”
Jóh.15,17
Holger Daugaard
Á ársmøtinum á Himmerlandsgården var umrøðuevnið „Kærleiksfull kirkja – við kanti“. Summi hava helst hugsað nógv um, hvat ið meinast við „við kanti“. Merkir tað, at vit sum kirkja skulu vera meira greið og týðilig við okkara boðskapi? At kærleikin í okkara kirkju ikki skal vera útvatnaður og einkisigandi?
Í summum kristnum meinigheitum er boðskapurin um ein kærleiksfullan Gud vorðin so einkisigandi, at tey halda, at øll fólk verða frelst, uttan mun til, hvat ið tey trúgva, og um tey yvirhøvur trúgva. Tað er ikki tað, vit sum kirkja læra. Er tað tað, sum liggur í orðingini „við kanti“? Sum kirkja trúgva vit, at øll fólk fáa tilboðið um frelsu. Jesu offur á Golgata fevnir um øll, og Hann kallar støðugt á øll. Men tíverri eru tað ikki øll, ið siga: „Ja takk!“ Effie Campbell umsetti.