Ein konfirmatiónssøga
”O, slíkt dýpi av ríkdómi og vísdómi og kunnskapi hjá Guði! Hvør órannsakandi eru dómar hansara og ósporandi vegir hansara! ”
Róm.11,33
Ein prestur greiðir frá:
Einaferð hevði eg millum mínar konfirmantar ein drong, ið var so ráur og ljótur í munninum, sum eg ongantíð áður hevði upplivað. Hann var orsøkin til, at eg ofta misti tolið, tíverri.
Bert einaferð gjørdist eg bleytur um hjartað, og tað var, tá eg aftaná konfirmatiónina segði honum farvæl. Hann skuldi út á heimshøvini at sigla. Tá segði eg við tárum rennandi úr eygunum: ”Eg havi ein varhuga av, at tú fert at koma í stóra neyð og trongd og skuldi tað verið satt, so umhugsa, mín góði vinur, at eisini tú kanst leita til Frelsaran og at hann longu hevur leitað eftir tær.”
Drongurin fór síðan avstað, eftir øllum at døma eins óávirkaður sum hann var komin.
So gingu nøkur ár til eg ein dagin hevði gudstænastu. Eg sat í skrúðrúminum og fyrireikaði meg at fara upp á talarstólin. Brádliga kemur ein stásiligur ungur sjómaður inn til mín. Við ferð hevði hann kós beint móti mær og tók mínar hendur so fast, at eg kundi havt skríggjað og spurdi: ”Kenna tygum meg ikki aftur? Tygum eiga lívið í mær tygum eru orsøkin til, at eg eri sælur.”
Hetta var júst tann beistaktigi drongurin, sum eg áður havi nevnt. Vit høvdu ikki stundir til tey stóru orðini, tí tá sálmurin varð liðugur skuldi eg upp á talarstólin, og mín matrósur mátti skunda sær oman á kaiøkið aftur til sítt skip. Við fáum orðum segði hann mær frá um sínar ferðir, um sínar líðingar og sínar gleðir. Avsmurningar og hørð orð høvdu í longri tíð eyðkent hansara gerandisdag. Og so ein dag vórðu teir raktir av eini øgiligari ódn. Skipið sakk og nærum øll manningin druknaði og mín stakkals drongur rak nú á havinum í tveir dagar í einari tunnu. Hann óttaðist hvørja løtu, at aldurnar fóru at gloypa honum.
”Undir hesi øgiligu roynslu,” segði hann, ”hugsaði eg nógv um tað, tygum, góði prestur, segði við meg hinaferð vit skiltust seinast.” og hann endurtók nú orðarætt og við tárum rennandi niður eftir kinnunum tað, eg segði við hann ta ferðina. ”Ja, frá tí degi havi eg biðið hvønn tann einasta dag, og eg veit nú eisini, at eg havi ein Frelsara, og eg eri so ógvuliga eydnuríkur.”
Vit grótu báðir tveir, og eg gav nú hesum stásiliga unga manni eitt klemm, meðan vit søgdu hvør øðrum farvæl.
Samkoman var nú longu farin at syngja síðsta ørindið. Eg mátti fara upp á talarstólin og hann skundaði sær oman í bátin. Og hvør veit, á hvørjum heimshavi, hann nú rekur runt. Men eg eri eydnuríkur og glaður.
Hvar enn hesin ungi maður uppiheldur seg, og hóast eg kanska aldri aftur komi at síggja hann á hesi jørð – ja so havi eg ta klettaføstu sannføring: Harrin hevur vunnið hann!
Gerh. Haaland, ”Himmelveien” Effie Campbell oversatte