Ein kongur verður borin í heim (Kongur 2:19)
”Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða. ”
1.Mós.49,10
Tá vit bíða eftir, at ein prinsur skal koma í heimin, tá vita vit aldri, hvussu hann verður sum menniskjað. Men tað verður sjálvandi greitt fyri okkum, at ein kongaligur burður er fyri framman, tá hovið sendir út eina almenna fráboðan, at kongahúsið væntar sær ein arving.
Men hóast hovið kann boða frá, at kongshúsið væntar ein arving, so er tó eingin, sum frammanundan føðingina veit nakað at siga um komandi kongabarnið. Hann kann koma í heimin sørur fyri skil og hann kann verða ein heilt ónýtiligur kongur. Tað er meir enn so komið fyri, at prinsar hava verið bæði uppreistrarsinnaðir og ógudiligir.
Í grundini veit eingin, hvussu hesin kongur verður, men menniskju kunnu tí bert brynja seg við toli og bíða. Men skrivað varð nógv um henda kong, vit her umtala, ikki bert eitt ár frammanundan føðing hans, men fleiri øldir áðrenn hann varð borin í heim. Fleiri ættarlið undan føðing hansara varð tosað um henda kong. Tað varð áðrenn hann varð føddur sagt, hvussu hann fór at verða og hvat hann skuldi gera.
E.C umsetti